MSC er burðardygg veiða og sporføri

Góðkenningin, sum MSC kann veita, er hin fremsti altjóða viðurkendi standardurin fyri burðardyggari veiði.

 

 

 

Vit hava havt nakrar greinar á In.fo í gjár og í dag um MSC-góðkenning, sum kann veitast fiski og fiskavørum. 

 

Her hevur verið víst á, at føroyskur upsi, longa, brosma og gulllaksur eru MSC-góðkend, og væntandi er, at toskur og hýsa undir Føroyum eisini fara at fáa sína góðkenning seinni í ár.

 

Men, hvat er MSC (Marine Stewardship Council)?   

 

MSC er ein altjóða non-profit felagsskapur, sum varð stovnaður í 1997 til tess at fremja burðardygga veiði.

Felagsskapurin stuðlar og lønar átøkum, sum kunnu verja høv og fiskastovnar. Málið er, at komandi ættarlið eisini skulu kunna fáa gagn av livandi tilfeinginum í havinum.  

MSC-merkingini skal stuðla undir skilagóða umsiting, eins og felagsskapurin ynskir at ávirka marknaðin til at keypa MSC-góðkendan fisk og skeljadjór.

 

Góðkenningin, sum MSC kann veita, er hin fremsti altjóða viðurkendi standardurin fyri burðardyggari veiði. 

 

Tá MSC blástemplar fiskasløg, merkir tað, at keyparin - ella brúkarin - kann hava álit á, at fiskurin, sum verður keyptur, er veiddur úr fiskastovni, sum er mettur burðardyggur av óheftari serfrøði.

 

##med2##

Bláa umhvørvisgóðkenningin veitir vissu fyri, at fiskurin bæði er burðardyggur, og at eingin rovdrift hevur verið, hvørki eftir fiski ella umhvørvi.

Sporføri er hornasteinurin í MSC-góðkenningini, og her skal vøra, fiskur ella skeljar, sum keyparin keypir, kunna sporast heilt aftur til burðardyggu veiðina.