MSC-góðkenning fyri upsa hevur alt at siga

- Eg dugi slett ikki at ímynda mær eina støðu, har upsin ikki hevur sína MSC-góðkenning, sigur Jens Pauli Petersen, stjóri í Faroe Origin.

 

Umframt at reka seks partrolarar, rekur Faroe Origin eisini upsavirki í Saltangará og saltfiskavirki á Toftum.

 

 

Jens Pauli Petersen er stjóri í Faroe Origin, og hann er eisini nevndarlimur í Føroya Ráfiskakeyparafelag. 

Faroe Origin rekur fiskavirki í Saltangará, sum arbeiðir upsa, og á Toftum rekur felagið saltfiskavirki, har høvuðsframleiðslan er toskur. 

 

Umframt virkini bæði, rekur Faroe Origin eisini teir seks ísfiskatrolararnar, Bak, Stelk, Heyk og Falk og Rók og Lerk. Jens Pauli Petersen vísir á, at tað hevur stóran týdning fyri virksemið hjá teimum, at føroyskur upsi hevur MSC-góðkenning.

 

- Minnist eg rætt, fekk upsin hesa góðkenning í 2013, og tað vóru tvey feløg í fiskivinnuni, JFK og Framherji, sum tóku seg saman at vinna fiskinum hesa góðkenning. 

Stjórin er ivaleysur í, at eingin aktørur í upsavinnuni í dag hevði viljað, at upsin aftur misti hesa góðkenning.

- Tað hevur stóran týdning, at vit kunnu fiska og selja burðardygt. Gjørdu vit ikki tað, hevði hetta bara komið okkum sjálvum aftur um brekkur.

Jens Pauli Petersen sigur, at MSC-góðkenningin hevur alt at siga fyri søluna av upsa. 

- Hevði upsin ikki havt hesa góðkenning, høvdu fleiri av okkara størstu keyparum ikki keypt okkara upsavørur. Okkara høvuðsmarknaðir eru í Fraklandi, Týsklandi og Póllandi. 

Hann vísir á, at viðskiftafólkini ikki minst í Fraklandi og Týsklandi eru ógvuliga bevíst um burðardygd, og tað er eitt krav, at vøran hevur MSC-góðkenning.

- Um vit ímynda okkum, at upsi úr Føroyum ikki hevði hesa góðkenning, samstundis upsin í eitt nú Íslandi og Noregi hevði, høvdu okkara kappingarneytar havt stórar kappingarfyrimunir.

Spurdur, hvussu nógv MSC-góðkenningin merkir í krónum og oyrum, sigur stjórin í Faroe Origin, at tað er ógjørligt at seta krónutøl á.

- Hjá okkum fyllir upsin so nógv, at eg dugi slett ikki at ímynda mær eina støðu, har fiskurin ikki hevur sína MSC-góðkenning, sigur Jens Pauli Petersen.

 

Í VikuskiftisSosialinum í dag verður gjørt burtur úr týdninginum, at føroyskur fiskur hevur MSC-góðkenning. Her verður eisini skift orð við Jógvan Hansen, stjóra á Kósavirkinum og formann í Føroya Ráfiskakeyparafelag og við Duritu í Grótinum, góðskuleiðara á Kósini, sum hevur arbeitt nógv við MSC-góðkenning.

 

##med2##

 

 

Umframt at reka seks partrolarar, rekur Faroe Origin eisini upsavirki í Saltangará og saltfiskavirki á Toftum.

Jens Pauli Petersen, stjóri í Faroe Origin.