Hondbóltur
Er tað nakað, sum hevur eyðkent avrikini hjá KÍF seinastu nógvu árini, so man tað vera stríðsviljin. Ein striðsvilji, sum núverandi venjarin hjá liðnum, Vagnur Johannesen, í mangar mátar var eksponentur fyri. Og sum hann nú eisini roynir at yvirføra á spælarar sínar.
Tað gav at bíta, tá KÍF fyri viku síðani vann útidystin móti StÍF, og tað var um reppið, at tað eisini gav úrslit, nú kollfirðingarnir tókust við oddaliðið, H71.
Talan var fyri tað nógva um ein javnan dyst, har hoyvíkingarnir tó tóktust hava munin. Men rættiliga leysir sluppu teir ikki av álvara. Í seinna hálvleiki kom tó meira glið á, og tá gestirnir eina langa løtu spældu við einum manni í undirtali, tóktist hetta gerast avgerandi vendin í dystinum. Hoyvíkingar vunnu sær ein fyrimun á seks mál, og við bara 12 minuttum eftir á talvuni, kundi hetta mest sum ikki kiksa.
Tað gjørdi tað heldur ikki - men tað var nær við. Oddafiskarnir steðgaðu mest sum fullkomuliga upp seinastu løtuna. Kanska tí teir kendu seg ov vísar í sigrinum. Ella kanska tí teir gjørdust bilsnir av áhaldandi stríðsviljanum frá mótstøðuni.
Seinastu fimm minuttirnar gjørdist spenningurin mest sum ov nógv av tí góða fyri heimaáskoðararnar, sum sóu munin minkað niður í tvey mál. Við at taka eitt time-out fekk Hannis tó frið yvir sínar menn, soleiðis at seinasti minutturin varð koyrdur heim uttan tað heilt stóra hóvastákið.
Við sigrinum hildu hoyvíkingar fast um oddasessin, har teir framvegis hava vestmenningar undir liðini á sær.
Fakta um dystin
H71-KÍF 22-20 (11-10)
Málskjúttar
H71: Piti Negru 6, Halgir Dahl Olesen 5, Tróndur Vatnhamar 4(2), Johnny Durhuus 3, Bjarni Sørensen 2, Niels Viggo Niclasen 2
KÍF: Arnbjørn Hansen 5(1), Damir Oros 5(1), Karl Jóhan Djurhuus 4, Teitur Joensen 2, Gert Hansen 2, Mirko Milinkovic 1, Petur Martin Poulsen 1
Brotskøst: H71 2, KÍF 4
Útvísingar: H71 1, KÍF 4
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Paulason