Múte frískur av koronu

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, er nú frískur og kann taka sítt arbeiði uppaftur. Samstundis er greitt, at ein annar limur í grønlendska landsstýrinum hevur fingið staðfest koronu.

Eftir at hava verið staðfestur positivur fyri covid-19 og verið sjúkrameldaður í Danmark í nakrar dagar, kann grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, nú taka sítt arbeiði uppaftur. 

 

Tað upplýsir grønlendska sjálvstýri í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur burturúr.

 

Hesa vikuna fer landsstýrisformaðurin á fund við danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen.

 

- Seinni í vikuni skal hann hitta bretska ráðharran fyri altjóða handli, Ranil Jayawardena, og hann skal eisini hitta bretsku sendikvinnuna í Danmark, Emmu Hopkins.

 

Sermitsiaq vísir á, at einki verður upplýst um, hvat Múte B. Egede skal snakka við Mette Frederiksen um. 

 

- Fundurin við bretska ráðharran og sendikvinnuna fer helst at snúgva seg um eina handilsavtalu, eftir at Bretland er farið úr ES.

 

Heimasíðan skrivar, at samráðingar um eina handilsavtalu landanna millum hava verið í gongd í fleiri ár.

 

- Tað er týdningarmikið fyri grønlendska útflutningin av eitt nú rækjum til Bretlands at hava eina handilsavtalu, tí stórur marknaður er fyri grønlendskum rækjum í Bretlandi.

 

Sermitsiaq veit í dag eisini at siga, at nú landsstýrisformaðurin er frískur aftur av koronu, er ein annar grønlendskur landsstýrislimur og ráðharri vorðin smittaður.

 

- Tað er Mimi Karlsen, sum umsitir sosial mál, arbeiðsmarknaðin og innanlandsmál, sum nú hevur boðað frá, at hon fer í sóttarhald, tí hon hevur fingið staðfest koronu, skrivar heimasíðan.

 

##med2##

 

 

 

Mimi Karlsen er farin í sóttarhald, tí hon hevur fingið koronu.