Leygardagurin á G! byrjaði við summar og sól, men endaði við regndansið.
Eins og hinar dagarnar vóru tað sera nógv fólk til tiltøkini á festivalinum leygardagin. Beinanvegin til barnatiltakið kl 12.00 byrjaðu fólk at streyma til økið og onkur av vaktinum vildi vera við at ongantíð áður høvdu so fólk verið so tíðliga á festival, sum í ár.
Tað vóru sum vera man tey stóru nøvnini, ið trektu fólkið til. Til Kris Kristoffeson, Teitur, sangløtuna og Alphaville var sandurin á tremur við áskoðarum, meðan á spæliplássinum var sum sild í tunnu tá Danny & The Veetos trinu á pallin.
Nú er G! av á hesum sinni og festivalurin má sigast at vera sera væl eydnaður.
Myndir : Harriet Olafsdóttir