Myndirnar tók Oskar Wilk

Myndir: Fernisering og útgávutiltak í Gallarí Havnará

Í gjár var fernisering og útgávutiltak í Gallarí Havnará í Havn.

 

Myndirnar tók Oskar Wilk

Túsundáraritið er eitt listablað í 200 hondnummereraðum eintøkum. Blaðið er í høvuðsheitum sett saman av myndum og yrkingum. Eisini eru smærri løtusamrøður við teimum annars ”gloymdu” í samfelagnum; undirgrundarvirksemi, har vit leita eftir vakurleika í óruddinum.

– Til framsýningina vilja vit vísa tilgongdina, vit hava brúkt at framleiða blaðið. Alt tilfarið varð gjørt í hond, áðrenn tað bleiv sent til prentingar. Tí verða upprunamyndirnar framsýndar á útgávutiltakinum. Harumframt verður eitt úrval av servaldum myndum úr blaðnum prentað serliga til framsýningina, skrivaðu fyrireikararnir í sambandi við tiltakið.

Listamenninir eru Gwenaël Akira Helmsdal Carré og Sigmund V. P. Zachariassen.

 

##med2##

Gwenaël Akira Helmsdal Carré, myndlistafólk, ið mest fæst við fotografi. Hann hevur áður sýnt fram bæði á Vár- og Ólavsøkuframsýningini hjá Listasavni Føroya. Hann hevur avmyndað og filmað fyri bæði Eivør, Brimheim, Guðrið Hansdóttir og mong úr føroyska tónleikaheiminum.

Eisini starvast Gwenaël sum barrkonsulentur fyri Hilton Garden Inn.

 

##med2##

Sigmund V. P. Zachariassen er tónleikari, yrkjari og til tíðir fotografur. Hann spælir við í Joe & The Shitboys og Kóboykex. Tó gevur Sigmund eisini út tónleik undir egnum navni. Hann hevur spælt konsertir í Stóra Bretlandi, Niðurlondum, Danmark, Íslandi og Føroyum.

Eisini lesur Sigmund bachelor í listarligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

Myndirnar tók Oskar Wilk