Um 10.30-tíðina gjáramorgunin noyddist bilaferðslan, sum koyrdi við rundkoyringina niðanfyri skrivstovubygningin hjá Smyril Line í Havn at taka atlit til eina gás við unga.
Tað er ikki vanligt, at gásafuglur kemur inn í býin og nógvu bilaferðsluna í havnargøtum, og tí vakti hendingin eisini ans, tá gásin við unga líka sum forðaði ferðsluni eina løtu.
Søguna aftanfyri hendingina kenna vit ikki - ei heldur, um hetta var ein grágás við unga ella ein føroysk gás,, og hví hon var komin um hesar leiðir.
Okkara boð er, at hetta er ein grágás.
Tá tað er gásafuglur við ungum, er vanligt, at bøga og steggi eru saman, men soleiðis var ikki her. Kanska hevur steggin hildið seg burtur, tí honum ikki dámdi umhvørvi.
At bøgan bara hevur ein unga, kann merkja, at aðrir ungar eru tiknir av likku ella øðrum rovfugli, og at bara hesi eini er eftir. Tað vita vit ikki.
In.fo hevur fingið hesar fittu myndir sendandi, og sum skilst var tað eitt arbeiðsfólk hjá Tórshavnar kommunu, sum syrgdi fyri, at gásin við unga slapp burturúr ferðsluni.
##med2##
##med3##
##med4##