Myndir: Ljósfest í Vági

Ljósfest var í Vági í gjár. Eitt tiltak, sum var fyrstuferð í fjør, tá elverkið í Botni, tað fyrsta í Føroyum, fylti 100 ár.

 

Men tiltakið eydnaðist væl í fjør, og Vágs kommuna gjørdi av at hava mentanardag, Ljóstfest, aftur í ár. Levi Mørk, býráðslimur, segði, tá hann setti tiltakið, at hetta er vorðið afturvendandi tiltak, og at Ljósfest verður aftur komandi ár, tann 12. august 2023.

 

Tiltakið byrjaði seinnapartin í gjár við barnatiltaki við Bubu og eisini sungu Blandað Drops. Eisini bar til at vitja elverkið í Botni.

 

Vágs kommuna heiðraði tveir av sínum borgarum fyri teirra serstaka íkast til mentanina ella onnur viðurskiftir gjøgnum lívsleiðina, og henda heiður fingu Ingeborg Vinther og Jonhild Kjærbo. Eisini var listaframsýning við list eftir Hans í Líðini, sála.

 

Klokkan 19 byrjaði ókeypis útikonsert miðskeiðis í Vági.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##