Myndir: State Emergency Service Of Ukraine/Reuters/Ritzau Scanpix

Myndir: Russiskar oyðileggingar í Ukraina

Bjargingarfólk og fólk á staðnum royna at bjarga fólki úr húsaleivdunum, eftir at ein íbúðarbygningur í Dnipro í Ukraina fekk stóran skaða í russiskum álopi í gjár.

 

Myndir: State Emergency Service Of Ukraine/Reuters/Ritzau Scanpix

Í gjár framdur russar fleiri rakettálop á býir í Ukraina, og spreingingar vóru í minsta lagi í 10 landspørtum.

Ávaringarlúðrar ljóðaðu um alt landið.

Millum býirnar, sum vórðu raktir, var eitt nú Dnipro, har ein stórur íbúðarbygningur fór í knús. 

Guvernørurin í Dnipropetrovsk-landslutinum, Valentyn Reznitsjenko, sigur, at fimm fólk eru deyð og 27 hava fingið løstir í álopi á íbúðarhúsið í Dnipro.

Millum tey særdu eru seks børn.

Forsetin í Ukraina, Volodomyr Zelenskyj, skrivar á sínum Telegram-vanga, at hetta er russiskur yvirgangur.

Myndirnar hjá Reuters vísa týðiliga, hvussu stórar russisku oyðileggingarnar eru, sum raka sivil og ósek fólk í Ukraina.

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Myndir: State Emergency Service Of Ukraine/Reuters/Ritzau Scanpix