Nú byrjar stríðið

Mánadagin fær landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum álitið frá nýskipanarbólkinum um framtíðar fiskivinnuna

Sjálvt um ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt síðani í vár, so er langt eftir á mál, til vit hava eina nýggja fiskivinnuskipan í Føroyum.

 

Nýskipanarbólkurin letur mánadagin álitið frá sær til Høgna Hoydal, landsstýrismann við fiskivinnumálum.

 

Tað mesta er kent, sum stendur í álitinum, men sjálvt álitið verður neyvan grundarlag undir fiskivinnunýskipanini.

 

Til tess er politiska ósemjan ov stór. Vit fara í komandi mánaðum at síggja eitt hart stríð millum flokkarnar um hetta málið. Allir vita teir at okkurt má gerast, men tað verður torført at finna eina semju, sum allir taka undir við.

 

Hinvegin, so hevur nýskipanarbólkurin viðgjørt nógvar spurningar og fingið hóp av upplýsingum til vega, sum kunnu brúkast undir politisku viðgerðini av spurninginum.

 

Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hava sagt, at uppskot um nýskipan skal leggjast fram áðrenn tingið fer í summarfrí næsta vár.