Hvalakanning
Tey kanna aftur hval á Náttúrugripasavninum. Hesaferð eru tað springarar, hvessingar og døglingar, sum hava stóra áhugan, sigur Dorete Bloch Danielsen, profesasri, sum leiðir kanningarnar.
Kanninganar, sum nú verða gjørdar, fara fram á leið á sama hátt, sum stóra grindakanningin, ið gjørd varð fyri nøkrum árum síðan. Stórur dentur verður lagdur á at fáa so neyvt innlit í liviháttin hjá hvalunum, sum gjørligt.
At hesar kanningarnar verða gjørdar í Føroyum, kemst av veiðuni, sum er her hjá okkum. Bæði springarar og viðhvørt eisini hvessingar verða hildnir til, og av og á ger onkur døglingur eisini landsgongd her. Tí er tað upplagt, at heitt verður á føroyingar um at gera slíkar kanningar, sigur Dorete Bloch.
Eisini letur hon at, at føroyingar eru sera samstarvshugaðir, og tað fegnast granskararnir um. Granskararnir fáa boð, beinanveg grindaboð eru givin, og fólk eru skjót at rætta eina hjálpandi hond á staðnum, har royndir verða tiknar og kannað annars verður.
Taka royndir
Vit sita á stjóraskrivstovuni á Djóradeildini hjá Náttúrugripasavninum í Fútalág í Havn.
Tað er trongt, og ikki serliga lætt atkomiligt her í húsinum. Hølisviðurskiftini eru vánalig, fyri at siga akkurát, sum tað er. Fult av ritgerðurm her og har. Kassar við kanningarúrslitum. Tekningar og plakatir av ysmum kríatúrum og fuglum. Á gólvinum í tí, sum einaferð var stovan í hesum fyrrverandi sethúsunum, stendur beinagrindin av eini kollutari kúgv, øll sum hon er.
Og mitt í øllum hesum rokinum hevur Dorete Bloch Danielsen, fyrsti kvinnuligi professari í Føroyum, og leiðari á deildini, funnið sær ein stól, har hon so dánt sleppur fram at skriviborðinum,
-Tað er NAMMCO, sum hevur heitt á okkum um at gera hesar kanningarnar, greiðir Dorete Bloch frá. Aftur at sær hevur hon tvey fólk, sum knýtt eru beinleiðis at hesi kanningini.
So ringir telefonin, og professarin tekur hana. Hevur ongan skrivara til slíkt. Hon tosar eitthvørt við onkran, sum ivaleyst vil frætta eitt sindur frá springarunum í Hvalvík.
Eftir samrøðuna klárar hon so dánt at ringja til onkran annan í húsinum og biða tey um at taka teleofnina, næstu ferð hon ringir. Og tað ger hon so beinanveg. Men nú hevur professarin betri tíð at tosa við blaðið.
?Av tí, at lítið er kent, hvussu springari livir, er tað týdningarmikið fyri vísindafólkini at fáa so neyvar upplýsingar, sum gjørligt. Til tess verða tiknar royndir av teimum hvalum, atgongd fæst til. Eitt nú doyðu 35 springarar í Hvalvík týsdagin, og har vóru fólk frá Náttúrugripasavninum og tóku royndir.
?Vit tóku tað, vit á vísindamálið kalla »Full Samples« av øllum hvalunum, greiðir Dorete Bloch frá.
Talan er um at fáa stødd og kyn á hvalunum, sum grindaformenn og merkjarar hava verið óførir at latið teimum, sigur hon. Síðan verður farið eftir vekt, eins og royndir verða tiknar av bæði tvøsti og spiki, livur, nýrum og kynsgøgnum. Kannað verður eisini eftir, um honirnar mjólka.
Til tess at staðfesta aldurin á teimum einstøku hvalunum, verður undirkjafturin tikin úr. Sagaður ella høgdur, og síðan verður aldurin staðfestur út frá tonnunum.
?Men tað er ein longri søga, sum kann taka rættiliga langa tíð, greiðir Dorete Bloch frá.
Norðasti stovnur
Hóast vísindafók vita rættiliga nógv um ymsar hvalastovnar, eru tó onkur glopp. Eitt nú um springara og hvessing vita tey ikki alt, sum ynskiligt er, sigur Dorete Bloch.
Hóast føroyingar leingi hava vitað, at hvessingur livir um okkara leiðir, eru tað ikki øll vísindafólk úti í heimi, sum hava hildið hetta borið til, veit Dorete Bloch at siga frá. Men nú er so staðfest, at hvessingurin her hjá okkum er tann norðasti í heiminum yvirhøvur, greiðir hon frá.
?Og springararnar vita vit lítið um soleiðis reint lívfrøðiliga, sigur hon. Hvussu teir liva, og hvat teir eta. Millum annað hetta fara vit at royna at fáa greiði á við kanningini, vit nú gera.
Tað gongur rætta vegin við at fáa upplýsingar til vega, letur hon at. Einar 100 springarar hava tey vigað her, og longd og vekt av 64 hvalum hava tey fingið úr Hollandi, og verða hesi eisini brúkt í kanningin. Umframt hava tey fingið mátini av meira enn 1.200 springarum, so nakað er at taka av.
Eitt ynski er, sum vísindafólkini, ið gera hvalakannignarnar, fegin vilja hava uppfylt, Og tað er at fáa totalvektina av einum døglingi.
Og tað skuldi verið møguligt. Sjálvandi við teirri fyritreyt, at onkur døglingur leggur beinini her. Tí Náttúruggripasavnið hevur vekt, sum klárar eitt slíkt stórdýr, greiðir Dorete Bloch Danielsen, professari og hvalagranskari frá.