Hondbóltur
Tað var ferðin og kropsliga styrkin hjá Stjørnuni móti skotstyrkini hjá Tjaldri.
Spádómarnir undan kvinnufinaluni vórðu staðfestir, mest sum í somu løtu, sum dómararnir bríkslaðu hesa ígongd leygardagin.
Kristina var framúr
Hjá báðum pørtum stóð greitt, at byrjanin av dystinum væl kundi fáa heilt stóran týdning, og tað tóktist eisini vera nakað, sum órógvaði spælararnar.
Ikki minst hjá Stjørnuni, sum hevði ilt við veruliga at fáa tempo á spælið. Í øllum førum, tá liðið var komið í álop. Hinvegin royndu klaksvíkarkvinnurnar frá fyrsta bríksli at byrja øll álop við fullari ferð, soleiðis at Tjaldurskvinnurnar hvørja ferð vóru tvingaðar at spurta heim, og tað skuldi nú eisini vísa seg sum eitt gott hugskot.
Í verjupartinum høvdu favorittarnir úr Klaksvík tó sera ilt við at gera nakað sum helst við stórskjúttan hjá Tjaldri, Adinu Petrea. Fram um aðrar á vøllinum hevði hon eisini royndirnar, sum koma til góðar í slíkari uppgerð, og ísakald skifti hon ímillum at bumba bóltarnar í meskarnar ella bara at sleppa teimum inn á strikuna, har Sarah Ann B. Thomsen í fleiri førum gjørdi lívið súrt hjá Stjørnuni.
At Stjørnan kortini fekk gott tak á dystinum longu undan steðginum, kunnu tær fyrst og fremst takka Kristinu Griksaite fyri. Hóast hon í fleiri ár hevur verið millum fremstu mávlerjarnar í landinum, so hevði Kristina ikki vunnið gull í føroyskari kapping undan leygardegnum, og eina løtu í fyrra hálvleiki tóktist hon hava hug at vinna hetta mest sum púrasta einsamøll. Fleiri bjargingar á rað syrgdu fyri, at Tjaldur ongan veg slapp, hóast Stjørnan hevði ilt við at fáa sítt spæl at koyra. Og tá mongu bjargingarnar eisini syrgdu fyri, at Petrea yvirplaseraði fleiri skot, kundi Stjørnan rykkja avstað.
Dýrur smeitur
Hjá Stjørnuni hevði Guðrun í Lágabø eisini fleiri góðar bjargingar, og tí kundi kanska roknast við, at venjarin hesa ferð valdi at lata Adelu Burcea vera tann útlendingin, sum ikki slapp á vøllin.
Adela varð tó send inn til eitt brotskast eftir góðum 10 minuttum, men góðan minutt seinni mundi venjarin helst iðra seg um hesa avgerð.
Annika Thomsen reyk í gólvið, tá hon varð tacklað í skotroynd, og fallið var somikið óheppið, at tað ikki var hugsingur hjá henni at halda fram í dystinum. Við at seta Adelu í málið stóð eisini greitt, at Marinela Patru ikki kundi fara á vøllin. Og uttan Anniku Thomsen legði hetta eyka trýst á Adinu og Alinu. Og so gjørdi tað ikki støðuna lættari, at Alina stóran part av dystinum varð hildin uttanfyri ávirkan við mansverju.
Fysikkurin á muni
Tjaldur treiskaðist tó leingi móti kalda veruleikanum. Seinna hálvleik mest sum kickstartaðu tær, og áðrenn Stjørnan hevði fangað, at dysturin var byrjaður aftur, hótti Tjaldur við at stinga avstað.
Henrik Gerster ilskaðist inn á sínar spælarar, sum ikki veruliga fingu verjupartin ígongd aftur, men við eitt raknaðu tær aftur við. Ikki minst kom Durita Christophersen veruliga til sín rætt á bakkinum. Við nøkrum knallhørðum tacklingum gekk hon á odda í at steðga annars hart skjótandi bakspælarunum hjá Tjaldri, og tá Stjørnan so aftur rykti, tóktist Tjaldur ikki at hava nakran møguleika.
Adina og Alina fingu nakrar kassar afturat, men leiðslan hjá Stjørnuni var ongan tíð veruliga hótt seinastu løtuna. Kropsliga høvdu tær nógv størra yvirskotið, og tað var fyrst og fremst hetta, sum saman við støðugum trýsti syrgdi fyri, at finalusigurin kom til høldar.
Tjaldur mátti hinvegin ásanna, at trøini ikki rukku til himmals hesaferð, men liðið gjørdist so væl og virðiliga eina uppliving ríkari. Hvussu leikur hevði farið, um Annika ikki noyddist av vøllinum, er ilt at siga, men so ella so tóiktist Stjørnan kortini betur fyri á degnum.
Og tað er fyrst og fremst tað, sum tað snýr seg um í eini finalu. Kynstrið at raka dagin er kanska tað truplasta í ítrótti, men tað er eitt kynstur, sum tær í Stjørnuni so ruddiliga hava lært seg. Somikið væl, at tær nú eiga stóra steypið.
Fakta um dystin
Tjaldur-Stjørnan 23-25 (9-10)
10 min: 5-4
20 min: 7-9
40 min: 13-14
50 min: 18-19
Málskjúttar
Tjaldur: Adina Petrea 15(2), Alina Olaru 3, Sarah Ann Thomsen 3, Jacoba Langgaard 1
Stjørnan: Simoma Petersen 9(2), Durita Christophersen 6, Una Olsen 5, Bára S. Klakstein 2, Dianne Møller 2, Durita Ljósstein 1
Brotskøst: Tjaldur 3, Stjørnan 2
Útvísingar: Tjaldur 2, Stjørnan 3
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen