Nú er Filip føroyingur

Toppskjúttin í føroyskum hondbólti seinastu níggju árini hevur fingið ríkisborgararætt

Filip Jojic hevur øll níggju árini í Føroyum verið ovast á toppskjúttalistanum í manshondbolti, og nú kann hann eisini skjóta mál á føroyska landsliðnum. Tí í dag hevur Filip fingið váttanina um, at hann hevur fingið føroyskan ríkisborgararætt.

Úr savninum: Filip vónar at kunna spæla fyri Føroyar skjótt

- Tað tók sína tíð, men tað var tað vert, sigur ein fegin Filip Jojic við in.fo.

Umsøknin hevur verið undir drúgvari viðgerð, og vónin á landsliðnum hevur verið, at málkongurin í Føroyum seinasta áratíggju kundi stilla upp til landsdyst sum skjótast. Tí hevur hann eisini verið við til fleiri av seinastu landsliðsvenjingunum í Føroyum.

Fekk boðini á veg til landsliðsvenjing

Landsliðið hevur verið savnað til venjingar seinastu tríggjar dagarnar, og Filip greiðir frá, at hann var á veg til venjing í morgun, tá ið hann fekk boðini.

- Eg fór heimanifrá, og so ringdi konan og segði at brævið lá í postkassanum, sigur Filip Jojic, ið er giftur við føroyska landsliðsleikaranum, Duritu Christophersen Jojic.

Vil stríðast á vøllinum heldur enn við myndugleikar

Nú kunnu føroyskir hondbóltsfjepparar so spentir fylgja við um Filip Jojic kann gera um seg á landsliðnum.

Filip Jojic sjálvur leggur dent á, at nú skal stríðast fyri at fáa pláss á liðnum.

- Eg gleði meg at stríðast um plássið heldur enn við myndugleikarnar, tekur hann til.

31 ára gamli Filip Jojic kom til Føroya og Team Klaksvík í 2011. Árið eftir fór hann til VÍF, har hann hevur spælt líka síðani. Øll árini hevur hann verið toppskjútti við ársenda, og var eisini ovast á listanum við 154 málum, tá ið hetta kappingarárið brátt steðgaði.