Jóannes Bjartalíð er nú toppskjútti í føroyskum fótbólti við sjey málum. Sermerkt er, at fimm av málunum eru komin við brotssparki. Jóannes Bjartalíð var tryggur, tá hann í gjár skoraði sítt sjeynda mál í hesum kappingarárinum – hansara fimta upp á brotsspark.
Hann hevur skorað upp á brotsspark móti TB, ÍF, EB/Streymi og AB. Bæði móti ÍF og TB skoraði Jóannes Bjartalíð tvey mál. Hann hevur eisini lagt upp til trý mál í hesum kappingarárinum. Millum annað í gjár, tá hann átti frísparksinnleggið til Odmar Færø, sum skoraði til 2-1.
Jóannes Bjartalíð er komin upp á sjey mál, sum er eitt fleiri enn Adrian Justinussen úr HB og Klæmint A. Olsen úr NSÍ. Adrian Justinussen spælir ikki aftur fyrr enn um tríggjar til fýra mánaðir, meðan Klæmint A. Olsen fekk eitt av málunum, tá NSÍ vann 3-0 á AB fríggjakvøldið.
Fleiri spælarar bjóða seg fram á toppskjúttaralistanum. Meinhard E. Olsen og Michal Przybylski úr B36 eru á fimm málum saman við Peturi Knudsen úr NSÍ, René Shaki Joensen úr HB og Uros Stojanov úr ÍF.
##ms##