Nú er Mjølnir favorittur at vinna á ÍF

Flogbóltsfinala, menn: Sjálvt um fuglfirðingar vóru stinnari í steypafinaluni, hava klaksvíkingar síðan víst, at teir hava funnið aftur á slóðina. Tí er ikki ósannlíkt, at Mjølnir kann endurtaka sigurin frá í fjør og í fyrraárið

Tað eru tey bæði mest vinnandi feløgini í føroyskum mansflogbólti, sum bresta saman í finaluni í mansflogbólti skírisdag og leygardagin. ÍF hevur vunnið landskappingina 11 ferðir og steypakappingina níggju ferðir og Mjølnir hevur vunnið landskappingina tíggju ferðir og steypakappingina fimm ferðir.

Tí er tað ikki nakar trupulleiki hjá venjarunum at seta sínar spælarar upp til hesar dystirnar, sum fara at gera av, hvør tað er, sum er sterkastur í mansflogbólti her á landi í ár.

Stigatalvan sigur Mjølnir

Stigatalvan sigur, at Mjølnir er tað sterkasta liðið, tí samanlagt hava klaksvíkingar spælt seg til 46 stig í landskappingini í ár, og teir eru tí fimm stig fremstir í landskappingini. Klaksvíkingar hava bara tapt tveir dystir, men teir eru báðir móti ÍF, og leggja vit so steypafinaluna afturat, so prógvar tað bara, at er tað nakar, sum skal fáa bilbugt við Mjølnir, so er tað júst ÍF.

Har vísti ÍF, at teir bæði hava spælararnar og ikki minst liðið til at vinna hesar tøttu og avgerandi dystirnar, sum ein steypafinala er. Gaman í er liðið rættiliga ungt, men har eru berandi leikarar, sum duga síni ting, tá tað snýr seg um at avgera dystir.

Men tað hevur Mjølnir eisini. Tað er ein av orsøkunum til, at Mjølnir hevur vunnið meistaraheitið seinastu tvey árini, men liðið er nakað broytt í ár, og tí eru klaksvíkingar ikki so stórir favorittar, sum teir hava verið undanfarin ár.

– Undan steypafinaluni skrivaðu vit, at ÍF tyktist hava takið, og ikki minst momentum, og at tað tí væl var møguligt, at ÍF fór at vinna steypafinaluna. Tað gjørdu fuglfirðingar eisini, men nú tykist tað sum peika pílarnir eitt sindur øðrvísi. Tað ger ikki klaksvíkingar til stórfavorittar, men hesaferð vera tað kortini teir, sum mugu bara ta byrðuna, skrivar Flogbóltssambandið, og leggur afturat: 

– Taka vit liðini, spælara fyri spælara, so hevur Mjølnir drúgvari royndir, og tí meira at byggja á yvir tveir dystir. Men, hvør veit, kanska kann unga manningin hjá ÍF endurtaka bragdið frá steypafinaluni, og fara við báðum heitunum í ár. Tann møguleikin er til staðar.

Gullsett?

Tað eru tey bæði bestu liðini í Føroyum, sum bresta saman í finaluni skírisdag og leygardagin, og sum støðan er, kann tað væl vera, at alt skal avgerast í einum avgerandi gullsetti.

Spenningurin undan finalunum báðum, er í øllum førum stórur. Mansfinalurnar verða spældar skírisdag 1. apríl og leygardagin 3. apríl klokkan 18 og kvinnufinalurnar somu dagar klokkan 15. Hendan er millum SÍ og Drátt.