Nú er veruliga vorðið spennandi

Veruligur spenningur kom aftur í HM kappingina í formil 1 í dag, tá sjeyfaldi heimsmeistarin Michael Schumacher megnaði at vinna koyringina á Monza, meðan kappingarneyti hansara um HM heitið Fernando Alonso koyrdi útav við einum útbrendum motori.

 
 
Formil 1


Ein sigur á italsku heimabreytini hjá Ferrari Monza var besta farvæl gávan, ið Michael Schumacher kundi geva sínum trúgvu tifosi, ið hava tikið týskaran til sín, sum var hann ein av teirra egnu. Men tá núverandi heimsmeistarin Fernando Alonso, ið hevði koyrt seg upp á triðja pláss, knappiliga steðgaði upp í einum rokið av roykið og motor pettum, við 10 umførum eftir, fór veruliga at kóka á heimavøllinum. Munurin millum Alonso og Schumacher er nú einans 2 stig, og við Ferrari í topformi, so tykjast sannlíkindini góð fyri, at  Michael Schumacher verður 8. faldur heimsmeistari, tá han um tríggjar formil 1 koyringar parkerar Ferrari bilin í pitgaraguni á síðsta sinni.
Koyringin í dag var hendingarík, við nógvari tættari koyring. Michaels Schumacher og Kimi Räikkönen, ið byrjaði fremstur, vóru tættir alla koyringa Men eftir at Michael Schumacher kom framvið Räikkönen í fyrsta pittsteðginum, so var einki Räikkönen veruliga kundi gera. Michael Schumacher hevði frá byrjanini eitt sindur meira av bensini í sínum bili, so tá Räikkönen fór í pitt á 15. umfari, so fekk Michael Schumacher við tveimum skjótum umførum, syrgt fyri, at hann kom framvið Räikkönen.
Nýggi maðurin í BMW Robert Kubica tók øll av bóli. Hann byrjaði øgiliga væl, og lá á triðja plássi mest sum alla koyringina, inntil hann misti plássið til Alonso í síðsta pittsteðginum, men tá Alonso var noyddur at gevast, fekk Kubica triðja plássið aftur. Hann er fyrsti pólendingur, ið hevur koyrt formil 1, og er longu vorðin ein stjørna.
Felipe Massa lá beint aftan fyri Alonso og Kubica, tá motorurin hjá Alonso fór í spønir, Massa gleyð í pettunum og oljuni frá Renault bilinum, og oyðilegði sær høgra framhjól í hendingini. Hann var tí noyddur í pitt, hetta kostaði honum stig, tí hann datt av 4. niður á 9. pláss.
Giancarlo Fisichella koyrdi í mál sum fjórð bestur við bert einum pittsteðgi, í mun til tveir sum allir hinir fremstu koyrararnir høvdu valt.
 
 
Úrslitið av formil 1 koyringini á Monza breytini í Italia
 
Nr.                 Bilførari         Bilur              Byrjunarstøða
1                    Michael Schumacher           Ferrari           2
2                    Kimi Räikkönen                  McLaren-Mercedes             1
3                    Robert Kubica                    Sauber-BMW                      6
4                    Giancarlo Fisichella            Renault          9
5                    Jenson Button                     Honda           5
6                    Rubens Barrichello              Honda           8
7                    Jarno Trulli    Toyota           11
8                    Nick Heidfeld                     Sauber-BMW                      3
9                    Felipe Massa                       Ferrari           4
10                  Mark Webber                      Williams-Cosworth             19
11                  Christian Klien                    RBR-Ferrari   16
12                  David Coulthard                 RBR-Ferrari   14
13                  Scott Speed   STR-Cosworth                    15
14                  Ralf Schumacher                 Toyota           13
15                  Vitantonio Liuzzi                STR-Cosworth                    17
16                  Takuma Sato                       Super Aguri-Honda             21
17                  Christijan Albers                 MF1-Toyota 18
18                  Tiago Monteiro                   MF1-Toyota 20
 
Givnir
                      Fernando Alonso                Renault          10
                      Pedro De <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;La Rosa &#9;McLaren-Mercedes&quot;$?$end$!$La Rosa &nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp; McLaren-Mercedes</st1:PersonName$?$end$!$ &nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp; 7<BR>                      Sakon Yamamoto               Super Aguri-Honda             22
                      Nico Rosberg                      Williams-Cosworth             12
 
 
 
HM  fyri koyrarar eftir Monza




1

Fernando Alonso

Spania

108


2

Michael Schumacher 

Týskland

106


3

Felipe Massa

Brasilia

62


4

Giancarlo Fisichella

Italia

57


 -

Kimi Räikkönen

Finnland

57


6

Jenson Button 

Ongland

40


7

Juan Pablo Montoya 

Kolumbia

26


8

Rubens Barrichello

Brasilia

25


9

Nick Heidfeld

Týskland

20


10

Ralf Schumacher

Týskland

18


11

Pedro de la Rosa

Spania

14


 -

David Coulthard

Skotland

14


13

Jarno Trulli

Italia

12


14

Jaques Villeneuve

Kanada

7


15

Robert Kubica

Póland

6


 -

Mark Webber

Avstralia

6


17

Nico Rosberg

Týskland

4


18

Christian Klien

Eysturríki

2


19

Vitantonio Liuzzi

Italia

1
 
HM fyri lið eftir Monza




1

Ferrari

168


2

Renault

165


3

McLaren-Mercedes

97


4

Honda

65


5

Sauber BMW

33


6

Toyota

30


7

Red Bull Racing Ferrari

16


8

Williams-Cosworth

10


9

STR-Cosworth

1