Nú eru 40.264 akfør skrásett í Føroyum

Nógv tey flestu, ella 18.946 eru skrásett heimahoyrandi í Streymoynni.

Næstfelst eru í næstfólkaríkastu oynni, Eysturoy, har tað eru skrásett 9436 akfør.

Størsti bólkurin av akførum eru persónbilarnir, sum eru 26.625 í tali.

Næst størsti bólkurin eru vørubilarnir, sum eru 4.539 í tali.

Viðfestisvognarnir eru 3.652 og prutlini eru 1.944 í tali.

Minsti bólkurin eru traktorar. Bert ein traktorur er skrásettur sambært hagtølunum hjá Akstovuni.

Bara hendan fyrsta mánaðin í ár hava verið 690 eigaraskifti, har akfar hevur skift eigara umframt tey 173 nýggju akførini, sum eru skrásett í januar.

##med2##

##med3##