Nú eru 55 m/s

Tað er rættiligt illveður kring landið og í morgun hevur løgreglan heitt á fólk um at halda seg innandura, tí lutir fúka í vindinum, har ættin er ring. Bussar hjá Strandferðsluni hava avlýst í dag, tað verið seg rutur 100, 101, 300, 400, 410, 700 og 710. Og Smyril hevur avlýst fyrstu túrarnar í morgun. Tað er ikki uttan orsøk, tí mátararnir hjá Landsverki vísa, at tað eru upp í 55 m/s. 

 

 

Á Viðareiðisvegnum er upp í 39 m/s, í Klaksvík upp í 30 m/s. Á Syðradali er upp í 28 m/s, meðan tað er upp í 27 m/s á Kambdsdali. Á Gøtueiðis eru upp í 32 m/s, og á Oyndarfjarðarvegnum upp í 38 m/s. Við Norðskálatunnilin er upp í 30 m/s, meðan tað er upp í 29 m/s á Streymnesi. Í Kollafirði eru upp í 38 m/s, meðan hann sigur upp í 36 m/s á Høgareyni.

 

 

Mátararnir hjá Landsverki siga eisini, at tað eru upp í 38 m/s á Sandavágshálsi. Tað eru upp í 43 m/s á Norðadalsskarði. Upp í 33 m/s á Glyvursnesi og upp í 37 m/s á Velbastaðhálsi. Tað eru upp í 29 m/s á Brekkuni Stóru í Sandoynni, og tað er upp í 32 m/s í Hvalba. Tað eru 25 m/s á Krabatanga, meðan tað eru heili 55 m/s á Fámjinsvegnum og 38 m/s á Porkerishálsi.