Síðani í gjár eru talið av váttaðum coronatilburðum í Danmark vaksið við 111 persónum.
Talið av váttaðum smittutilburðum við coronavirus er hækkað tl 785 personar. Tað upplýsir danska heilsustýri í morgin.
Tað er ein vøkstur upp á 111 fólk frá í gjár.
Higartil er eingin deyður av coronavirusinum í Danmark, og bara ein lítil partur av teimum smittaðu eru innløgd á sjúkrahús.
Í Føroyum eru nú trý smittað, ein tilburður er komin afturat síðani í gjár. Tað var ein kvinna, sum kom heim við flogfari úr Danmark mánadagin.
Í Grønlandi er eingin váttaður tilburður higartil.
Umframt tey 785 eru eisini fleiri fólk í Danmark, sum roknað verður við eru smittað, uttan at myndugleikarnir vita tað.
/ritzau/