Nú eru yvir sjey milliónir smittað í heiminum

Upp á eitt sindur meira enn tveir mánaðir er koronusmittutalið vaksið frá einari til sjey milliónir í heiminum.

Yvir sjey milliónir persónar eru skrásettir sum smittaðir við koronuvirus.

Tað vísir uppgerð frá Johns Hopkins University í morgin, Av teimum sjey milliónunum eru 3,1 staðfest frísk aftur.

USA hevur nógv tey flestu smittaðu við 1,9 milliónum tilburðum. Síðai kemur Brasilia við sløkum 692.000 og Russlandi við eitt sidur oman fyri 467.000 smittaðum.

Í teimmum trimum londunum eru ávikavist 506.000, 284.000 og 226.000 vorðin frísk aftur.

Til samanberingar eru skrásett 187 smittað í Føroyum og øll tey 187 eru vorðin frísk aftur. Í Danmark eru 11.948 smittað, harav 10.755 eru frísk aftur.

Tað kann vera trupult at samanbera lond, tí tað er so ymiskt, sum lond hava testað.

Tað eru bara eitt sindur meira enn tveir mánaðir síðani, at alheims smittutalið kom upp á eina millión. Tað var 2. apríl.

Síðani fór talið um ein nýggja millión á døgunum: 15. apríl, 27. apríl, 9. mai, 30. mai og nú 8. juni.

Tað eru skrásett 402.709 fólk deyð við koronuvirus í heiminum.

Her liggur USA á odda við 110.513 deyðum. Síðani kemur Bretland við 40.625 deyðum og Brasilia við 36.455 deyðum, vísa tøl frá Johns Hopkins University.

Í Danmark eru 589 deyð. Mált fyri smittað fyri hvørjar 100.000 íbúgvar er USA á tó ikki fremst.

Landið hevur 33,7 deyð fyri hvørjar 100.000 íbúvar. Lond sum eru frammanfyri eru til dømis Bretlandi, Italia og Belgia við ávikavíst 61, 56 og 84 deyðum fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Í Danmark er talið 10,1. Í Svøríki, sum hevur havt eina heilt øðrvísi strategi, er talið 45,5 deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

indbyggere.

/ritzau/