Nú fær Løgtingið møguleika at velja nýggja kós

Kristina Háfoss, Næstforkvinna í fíggjarnevndini
fyri Tjóðveldi
-----

Nú fíggjarlógin skal til víðari viðgerð í Løgtinginum er løgd fram ein alternativ fíggjalóg. Eitt greitt boð uppá, hvussu vit kunnu velja at raðfesta øðrvísi enn samgongan ætlar í 2012.
Helst ongantíð áður er andstøðan komin við so greiðum alternativi til fíggjarlógaruppskotið frá samgonguni. Eitt alternativ, ið væl kann verða sett í verk, og sum meiriluti uttan iva hevði verið fyri á Løgtingi, um so var at hvørt tingfólk kundi atkvøtt eftir egnari sannføring.

Sjálvberandi búskap skjótari
Bruttoskuldin hjá landinum var við árslok 2011 vorðin heilar 5,2 mia. kr. Bara síðan 2008 er
skuldin økt við um 2 mia. kr. Við einum rentustøði á umleið 3,8% verða rentuútreiðslurnar um 200
mió. kr.. Við fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum skuldi skuldin hækka við 461 mió. kr.
afturat í 2012. Hetta er ikki ein gongd leið. Tí ikki bert rentuútreiðslurnar hækka við hesum, vit
skulu eisini rinda avdráttir, og jú meira til rentur og avdráttir, jú minni verður til vælferðartænastur.

Hallið minkað úr -461 í -147 mió.kr.
Neyðugt er, at fremja átøk, ið gera, at landið skjótt røkkur javnvág á fíggjarlógini og kann byrja at
rinda skuldina aftur. Hetta kann gerast veruleiki við eini samanrenning av, at tálma almenna
útreiðsluvøkstrinum, skapa nýggjar inntøkur og fremja nýskipanir innan fleiri øki.
Uppskotið frá andstøðuni í fíggjarnevndini merkir, at landið fær eitt úrslit (RLÚ) á -147 mió. kr. í
mun til -461 mió. kr. í fíggjarlógaruppskotinum frá landsstýrinum. Hetta er ein munur á 314 mió.
kr. Tá velur andstøðan enntá at halda hækkaðu ríkisveitingina uttanfyri fíggjarlógina.

Nýggjar makrelinntøkur og skattalætta, ið vendir sosialt rætt
Mælt verður til, at inntøkur landsins økjast við 150 mió. kr. frá tilfeingisgjaldi av makrelkvotu. Samgongan hevur ásett 0 kr. í inntøkum frá makreli.
Hartil skal flatskattalættin umleggjast so allir føroyingar í størri mun fáa lut í hesum, og soleiðis at hann kann skapa størri vøkstur og vælferð. Við halli á nærum hálva mia. kr. verður mælt til, at heldur enn at lata 265 mió. kr. í skattalætta í einum, verður hesin latin yvir 3 ár. 150 mió. kr. verða latnar í skattalætta í 2012 og restin upp til tær 265 mió. kr. í 2013 og 2014, samstundis sum nýggjar inntøkur og nýskipanir verða framdar komandi árini.

Íløgur, ið skapa menning, trivna og virksemi kring landið
Mælt verður hartil til, at 315 mió. kr. verða settar av til nýggjar íløgur kring landið í 2012.
Umframt at hildið verður áfram við ígongdsettum íløgum, so tryggjar uppskotið frá andstøðuni eitt
nú, at:
- Marknagilsdepilin verður tikin í nýtslu á sumri 2015 og at skúlar í Klaksvík og Kambsdali
verða útbygdir sambært heildarætlan,
- Orkugrunnur, ið skal gera í løgur í varandi orku kring landið verður veruleiki.
- Føroyskur eftirskúli fær játtan at fara undir fyrireikingarnar at fáa neyðug høli.
- Vardir bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum verða bygdir kring landið.
- Heildarætlan fyri framtíðar útbygging og viðlíkahald av samferðslukervinum verður gjørd, so vit tryggja eina fíggjarliga burðardygga loysn tá umræður útbyggingar og viðlíkahald, og forkanningar til framtíðar Sandoyartunnil gjørdar liðnar, so greiða fæst á, hvat skal til, fyri at gera hesa verkætlan til veruleika í framtíðini.
- Farast kann undir at byggja Tjóðleikhús.

Seta gongd á nýskipanir sum skjótast
Alneyðugt er, at fáa sett greið mál fyri okkara land og at fremja veruligar nýskipanir í føroyska samfelagnum. Komandi árið fara vit tí at leggja eina røð av uppskotum fyri á Løgtingi fyri at menna og nýskipa føroyska samfelagið. Mælt verður til, at nýskipanir verða gjørdar – í samráð og samstarvi við allar partar – og settar í verk fyri okkara: Fiskivinnu, kommunur og økismenning, almennu fyrisiting, fólkaskúlar og miðnámsskúlar, pensjónsskipan, skatta- og avgjaldsskipan, orkuøkið og samferðsluøkið. Eisini er stórur tørvur á, at okkara mentanarpolitkkur og vinnupolitikkur verður mentur og málrættaður.

Løgtingið fær nú møguleika at velja kós
Í løtuni er ómøguligt at síggja, hvørja kós samgongan hevur valt.
Alternativa uppskotið til fíggjarlóg frá andstøðuni gevur løgtingsfólkum møguleika at velja eina kós, sum tryggjar:
at vit røkka einum sjálvberandi búskapi skjótari,
at hallið minkar úr -461 í -147 mió.kr.,
nýggjar inntøkur,
ein umskipaðan skattalætta, ið allir føroyingar fáa gagn av, og
íløgur, ið skapa menning, trivna og virksemi kring alt landið.
Hartil verður rætt út ein hond til samgonguna um ikki at steðga nýskipanum, men heldur - saman við andstøðuni - fáa framt skilagóðar nýskipanir í okkara samfelagi sum skjótast.
Samanlagt er hetta avgjørt ein møguleiki, ið Løgtingið átti at roynt fyri aftur at fáa Føroyar framá.