Nú fer eldraøkið upp í ferð

Landsstýrið boðar í dag frá, at tíðindafundur verður í Kringvarpinum í morgin klokkan 10.

Fleiri partar av samfelagnum eru so smátt farnir at lata upp aftur, og nú er tíðin komin til eldra- og almannaøkið.

Á tíðindafundinum verða millum annað Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum og Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, og kunnað verður um, hvussu tað verður latið meira upp á eldra- og almannaøkinum.