Nýggi almanna og heilsuskúlin á Tvøroyri fingið høli at vera í

? Hølini eru lítil, men tey verða nú innrættað av nýggjum og har verður hvør krókur brúktur so væk hann kann. Skúlin er lítil, men hann verður hugnaligur, sigur leiðarin

 

Tað hevur verið sagt nakrar ferðir, at nú skal tann nýggja almanna- og heilsuútbúgvingin byrjað - uttan at tað er blivið til meiri enn prátið.

Men hesuferð skuldi tað verið púra vist.

Arbeitt verður av kraft uppá at fyrireika tær nýggju almanna- og heilsuútbúgvingarnar, sum vera á Tvøroyri og tey eru komin væl áleiðis.

Og leiðarin, Susanne Høgh Olesen sigur, at teir fyrstu næmingarnir verða tiknir inn á skúlan beint eftir summarfrítíðina.

Tað skerst ikki burtur, at hesin nýggi almanna- og heilsuskúlin er tann mest umstríddi skúlin í Føroyum hesi seinastu, nógvu árini.

Í fyrstuni varð ætlanin at leggja skúlan í Havnini. Tað gildu tey flestu vera mestsum sjálvsagt, so ongin mutaði ímóti av álvara.

Men so fingu vit ein nýggjan landsstýrismann í skúlamálum. Og eitt tað fyrsta, Torbjørn Jacobsen gjørdi, varð at gera av, at skúlin skuldi vera á Tvøroyri.

Og tað var sum at festa í krút. Landsstýrismaðurin varð dýktur undir í atfinnginum og mótmælum fyri hesa avgerðina. Men hann stóð við sítt og síðani hevur verið arbeitt uppá at fyrireika hendan nýggja skúlan á Tvøroyri.

Síðani eru høli útvegað til skúlan at vera í fyribils. Harafturat er leiðarin fyri skúlan settur, umframt at ein lærari er settur afturat.

Leiðari á skúlanum er Susanne Høgh Olesen. Hon er bæði sjúkrahjálpari og sjúkrasystir og hevur drúgvar arbeiðsroyndir í heimarøktini, á ellis- og røktareimi og á barnadeild á sjúkrahúsi.

Hin lærarin, sum er settur, er Vígdis Nolsøe, ergoterapeutur í Porkeri, hon tekur við starvinum 1. februar. Leiðarin sigur, at møguliga skal ein lærari setast afturat, men tað er ikki greitt enn.

Kommunan hevur útvegað skúlanum høli í einum húsi, sum kommunan eigur. Talan er um húsið, ið vanliga verða nevnd Skúlahúsið. Tað liggur væl fyri, mitt á Tvøroyri, beint við skúlan og eitt hanagleiv frá sjúkrahúsinum og ellisheiminum.

Í løtuni verður arbeitt uppá at innrætta húsið av nýggjum, so at tey kunnu brúkast til endamálið. Uttan er tað í góðum standi, Men innan verður alt skrætt niður og smíðað uppaftur, so at tað kann brúkast til skúla.

Susanne Høgh Olesen ásannar, at húsið er lítið. Men hon sigur, at tað verður sera væl innrættað, og tá ið tað er liðugt, er tað væl brúkiligt til skúla.

? Hetta verður ein sera hugnaligur, lítil skúli, sigur hon.

Áðrenn hesin skúlin varð innrættaður, hava tey kanna eftir á tveimum líknandi skúlum í Danmark, hvussu tey hava innrættað seg.

? Vit hava so tikið tað besta av báðum skúlunum. Og á okkara skúla, verður hvør krónur innrættaður og brúktur, so væl hann kann. Og m.a. verða onkrir veggir, sum kunnu flytast í eini handavending, um brúk er fyri størri høli.

Tað er kommunan, sum stendur fyri hesum arbeiðnum og betalir tað. Húsið verður síðani leigað skúlanum at vera í.

Men hetta húsið eisini bara ein fyribils loysn, tí ætlanin er, at um eini tvey, trý ár, skal nýggjur skúli byggjast, umframt skúlaheim til næmingarnar, sum skulu ganga har.

Annars er ikki greitt, hvar næmingarnir, sum skulu ganga á skúlan, skulu búgva.

Men Finnleif Guttesen, býráðsformaður, sigur, at tey, sum hava hús ella íbúðir, sum tey eru sinnað at leiga skúlanum til næmingarnar, kunnu venda sær til kommununa, so sendir hon boðini víðari á rætta stað.