Nýggj bók um millumlandasiglingina

Bókin um millumlandasiglingina er samstundis lívssøgan um Óla Hammer, skipara og stjóra á Smyril-Line.

Leygardagin verður ein nýggj bók um millumlandasiglingina á føroyskum kjøli almannakunngjørd  á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn kl.14:00.

Talan er samstundis um lívssøguna hjá Óla Hammer, skipara og stjóra í Smyril-Line, sum var við til at leggja lunnar undir millumlandasigligina við ferðafólki av nýggjum, eftir at “Tjaldrið” hjá Skipafelagnum gavst at sigla millum lond seinast í 1960unum.

Tá Føroya Landsstýrið gjørdi av at keypa “Smyril” í 1975, vórðu lunnar aftur lagdir undir millumlandasiglingina við ferðafólki og farmi.

Óli var skipari á “Smyrli” frá byrjan, og hann var skipari á “Smyrli”, til hann fór í land, tá farið varð undir at stovna Smyril-Line í 1982/-83. Og gjørdist stjóri í felagnum.

Tí hevur bókin fingið heitið: “Millumlandasiglingin - nýggj byrjan.  Ein lívssøga  1975 – 2005.”