Serfrøðingar hava skrivað og góðkent alt tilfarið, sum finst á heimasíðuni.
Málbólkurin hjá nýggju heimasíðuni eru útlendingar, sum á onkran hátt kunnu hugsast at hava áhuga ella tilknýti til føroyska fiski-og alivinnu.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at hann hevur saknað eitt slag av høvuðsportali fyri Føroya land.
- Eg sakni okkurt at vísa til, tá fólk spyrja, sigur Bjarni Djurholm, sum heldur, at www.fishin.fo er eitt stig rætta vegin ímóti betri kunning um Føroyar.
Sagt verður, at talan er um upplýsingar, sum eru neutralir, og at talan ikki er um propaganda av nøkrum slagi.
Bjørn Kalsø, sum er landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er eisini fegin um nýggju heimasíðuna, sum hann metir fer hava stóran týdning í arbeiðinum at kunna útlendingar um ávís føroysk viðurskifti.
- Vit hava brúk fyri onkrum at vísa á, tá tað kemur til umhvørvisfelagsskapir, sigur Bjørn Kalsø, sum sipar til, at tað gerst lættari at sleppa undan ósakligum atfinningum frá umhvørvisfelagsskapum um til dømis grindadráp og fiskiskap.
Tað er Annika Wardum Joensen, sum saman við Menningarstovuni, Løgmansskrivstovuni, Fiskimálaráðnum, og Vinnuhúsinum hevur samskipað arbeiðið.
Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, sigur, at arbeiðið við heimasíðuni er eitt tekin um, at vit í Føroyum taka høvuðsvinnuna í álvara.
Umframt kunning um fiski- og alivinnu, gevur heimasíðan eisini áhugaðum vitan um grind og føroyskt grindadráp. Vitjandi á heimasíðuni kunnu eisini finna matligar uppskriftir úr bókini "Góður matur úr sjónum" sum fiskivinnuskúlanæmingar í Vestmanna hava lagt til rættis.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur, at www.fishin.fo er úrslit av einum góðum arbeiði.
- Flott, kvalifiserað, og vísindaliga korrekt. Men hetta forpliktar eisini stýrisbólkin til at halda høga støðið, sigur løgmaður um nýggju heimasíðuna www.fishin.fo.
Tað er Menningarstovan, sum hevur ábyrgdina at, at síðan verður dagførd.