Bara eitt mál var á skránni, tá ið B71 leygardagin hevði eykaaðalfund. Málið snúði seg um val av nýggjari starvsnevnd. Í gomlu nevndini vóru tríggir limir. Í nevndini, sum varð vald á fundinum leygardagin, eru seks limir. Einasti nevndarlimurin, sum var í gomlu nevndini, og sum eisini er í nýggju nevndini, er Ragnar Fossdalsá, sum var formaður í gomlu nevndini. Eli Henze, sum verður venjari hjá Formulaliðnum hjá B71 næsta ár, og Magnus Olsen, sum er partur av Formulaliðnum hjá B71, fóru á fundinum leygardagin úr nevndini. Í nýggju nevndini eru seks limir: Ragnar Fossdalsá, Jonhard Johannesen, Brandur Sandoy, Ingimar Tór Thomsen, Sofus Lognberg og Jens Petersen. Nevndin fer at skipa seg á fundi, sum verður í hesi vikuni, veit B71 heimasíðan at siga. B71 heimasíðan veit eisini at siga, at ikki færri enn tólv konufólk hava játtað seg at vera við í bólki, sum fer at standa fyri tiltøkum í árinum, sum stendur fyri framman.
Tíðindi