Nýggj Vísi­nda­sið­seminevnd sett

Karsten Hansen, lands­stýr­is­­mað­ur hevur valt nýggja Vís­­ind­a­sið­sem­i­nevnd. Vís­ind­a­sið­sem­i­nevnd­in tek­ur við 1. januar 2014.

Sjey limir eru í nevndini, av hvørj­­um trý granska ella hava gransk­að í heilsu. Hesi verða vald eftir tilmæli frá Lækn­afelag Føroya. Fýra av lim­unum eru leikfólk. Nevnd­in skipar seg við formanni og næst­formanni.

Limirnir í Vís­inda­sið­sem­i­­nevnd ­Føroya eru:

• Jens Andreasen, deild­ar­lækni og granskari

• Shahin Gaini, yvir­lækni og granskari

• Ann Østerø, depils­leið­ari á Rann­sókn­ar­stovuni á Lands­sjúkrahúsinum

• Armgarð Arge, cand. theol og tíð­indakvinna

• Oluf Færø, cand. scient.

• Halgir Winther Poul­sen, cand. jur., ad­voka­t­ur

• Gunvør á Norði, post­doc.
Varalimir eru:

• Katrin Danielsen, komm­u­nulækni

• Poula Rein­ert Petersen, sjúkra­røktarfrøðingur og cand. scient. san.

• Kári Purkhús, lív­frøð­ingur

• Marita Debes Magnu­s­sen, medisinskur mikr­obiologur

Um Vísindasiðseminevnd Føroya
Eitt samt Løgting sam­­tykti í summar rík­is­lóg­ar­til­mæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om vid­en­skab­s­etisk behandling af sund­heds­videnskabelige forskn­ings­pro­jekter”.

Lógin ásetur, at áðr­enn farið verður undir eina heilsuvísindaliga gransk­ing­ar­verk­ætlan, sum fevnir um menn­iskju ella menniskjaligt lív­frøði - eitt nú vevnað ella í­leg­ur - skal verkætlanin góð­kennast av serligari nevnd, sum ber heitið Vís­ind­a­sið­sem­i­nevndin.

Skipanin við vís­ind­a­sið­sem­in­evnd hevur, sum yv­ir­skipað endamál at tryggja, at verkætlanir inn­an heilsugransking verða framd­ar vísindasiðsemiliga ­ráðiligt. Atlit til rættindi og trygd hjá teimum, ið luttaka í granskingarverkætlanum, eru altíð týdningarmiklari, enn vísindalig áhugamál fyri at skapa møguleikar fyri menning av nýggjari vitan. Skipanin við vísindasiðseminevndum er tí týdningarmikil fyri menningina av heilsugransking í Føroyum.