Bergtóra Høgnadóttir
-------
Um dagarnar frættist, at stórur partur av lærarum kennir strongd. Lærarafelagið ger vart við, hvussu ónøktandi tað er, at tey ikki fáa hjálpt limum sínum nóg væl. Tað er í tøkum tíma, at ljós verður varpað á hetta – tí nógvir føroyingar kenna strongd í arbeiði sínum.
Sum sosialráðgevi og sum skeiðhaldari havi eg ofta hitt fólk, sum kenna seg strongd ella hava starvsfelagar, leiðarar, vinfólk ella familju sum eru sjúkrameldað vegna strongd.
Okkum tørvar ein alment orðaðan starvsfólkapolitikk viðvíkjandi strongd – kanningar aðrastaðni vísa, at strongd er orsøkin til triðja hvønn sjúkradag, hví skuldi tað verið øðrvísi her?
Strongd í krepputíðum
Arbeiðsloysið er og uppsagnarumfør hava verið á arbeiðsplássum. Tískil kenna fólk seg ofta ótrygg í størvum sínum og tora ikki at siga frá, um arbeiðsbyrðan gerst ov møtimikil. Fólk koyra á – til tey koppa .
Álitisfólk ynskja strongdarpolitikk
Á skeiðum fyri álitisfólkum, har tosað eisini hevur verið um strongd, havi eg mangan hoyrt orðingar sum hesa: ’Tá talan er um setanir, uppsagnir, alkohol og mangt annað – so veit eg nágreiniliga, hvør mín leiklutur er sum álitisfólk. Men tá talan er um strongd, er ilt at meta um. Hevði ein alment orðaður starvsfólkapolitikkur verið, so gjørdist tað nógv meiri ítøkiligt!’
Haldi áltisfólkini lýsa tørvin so væl, og harumframt er eingin ivi um, at um ein starvsfólkapolitikkur varð orðaður, gjørdist strongd nógv minni tabuiserað.
Strongdarpolitikkurin
Hvussu skal slíkur starvsfólkapolitkkur orðast? Um ongar reglur ella leiðbeiningar eru, er ógvuliga tilvildarligt hvørja hjálp, kunning og møguleikar fólk hava, sum gerast sjúk vegna strongd. Møguleikar og rættindi verða ymisk. Tað veldst um leiðara, arbeiðspláss og yrkisfelag.
Um hetta var ein partur av alment orðaða starvsfólkapolitikkinum, kundi innihaldið eitt nú verið hetta:
Hvussu fyribyrgja arbeiðsplássini strongd?
Hvussu hjálpi eg strongda starvsfelaganum?
Hvør er leikluturin hjá leiðaranum/stjóranum?
Hvør er kunningin til starvsfelagarnar?
Hvør er leikluturin hjá álitisfólkinum?
Hvørji rættindi og skyldur hevur strongdi starvsfelagin?
Hvussu fær strongdi starvsfelagin eina góða uppliving/ byrjan, tá hann/ hon kemur aftur til arbeiðis?
Til seinasta spurningin er umráðandi, at tosað verður um, hvørjar uppgávur kennast kveikjandi, hvørjar eru møtimiklar. Ella eigur starvsfelagin møguliga at byrja niðursetta tíð, tá hann/ hon kemur aftur til arbeiðis? Ein samrøða um tað at koma aftur til arbeiðis er ofta skilagóð.
Eingin uppfylging
Tá fólk eru sjúkrameldað er eingin uppfylging, sum lógin er í dag. Tað merkir, at fólk kunnu verða sjúkraskrivað í fleiri mánaðar uttan at nakar (burtursæð frá læknanum) tosar við tey um heilsustøðuna. Tað er ikki nóg gott.
Eingin orðing í samgonguskjalinum
Farna valskeið setti Tjóðveldi fyrispurningar um hesi álvarsmál – einki spurdist burturúr. Í samgonguskjalinum er heldur onki um hetta á hesum sinni.
Mín vón er tó, at politikarar síggja samfelagsliga gagnið av einum slíkum politikki og fáa sett ferð á ein slíkan politikk sum skjótast – í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, umframt kommunulæknum og psykitriini.
Góðan arbeiðshug!