Nýggja »Miusa træ« í Tinghúsgarðinum

Fólk frá Hjálpirót hava nú sett niður nýggja reyðbók í Tinghúsgarðin við Kioskina hjá Astu.

 

Tað var fyri góðum tveimum vikum síðani, at fólk frá Hjálpirót skóru gomlu reyðbókina niður. Talan var um træ, sum kendi urtagarðsmaðurin í Havn, Trónd Hansen, plantaði, tá dóttir hansara, Mia Trónd, seinni kendur tannlækni í Havn, varð fødd.

Tað var Trónd Hasen, sum plantaði urtagarðin millum Sparikassan og Kioskina hjá Astu – ella hjá G, sum tey gomlu søgdu. Reyðbókin er plantað summarið 1914, tá ið Trónd Hansen giftist. Dóttirin Mia varð fødd í november sama árið. Jakke Danielsen, betur kendur sum G, passaði henda urtagarðin. Frá 1921 hevði hann garðin til leigu frá býráðnum, og hann var tá í tíðini sera vakur. Jakke fekk heiðursprógv og kom soleiðis í tvær havabøkur hjá Dansk Haveselskab 1942-43.

Men nú er tað Tórshavnar býráð, sum varðar av urtagarðinum hjá G, ella Tinghúsgarðinum, sum hann verður nevndur í dag.

Men reyðbókin, »Miusatræ«, hevur ikki havt tað gott síðstu árini. Træið varð deytt, og tí varð tað felt.

Býráðið hevur so fingið Hjálpirót at útvega eina nýggja reyðbók úr Danmark, sum er plantað í sama hol, sum »Miusa træ« stóð í.

Og í gjár var tað so, at fólk frá hjálpirót settu træið niður, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri, slapp at »kasta jørð á«, ella at tryva eitt sindur út yvir røturnar.

Heðin Mortensen segði nøkur orð, har hann fegnaðist um, at havnarfólk aftur fáa eina reyðbók at síggja millum øll hini trøini, kanska flestu teirra ahorn, sum eru á Vaglinum í Havn.

##med2##

Spurdur um nýggja træið fær nakað navn, segði Heðin Mortensen, at tað fær tað ikki. Tað ber illa til, um øll trø skulu hava navn í dag, so verður eingin endi á, helt hann fyri. Øðrvísi var, tá Trónd Hansen planaði síni privatu trø, segði hann.

– Men vit kunnu kalla tað Reyðbókin á Vaglinum, helt hann skemtiliga fyri.

##med3##

##med4##