Hóast dagurin 7. apríl gjørdist ein sorgardagur fyri Flender Werft í Lübeck og øll tey nærum 1000 starvsfólkini har, nú seinasta skipið skipasmiðjan bygdi, varð latið nýggju eigarunum, so trutu góðynskini og lovorðini til Norrønu og leiðsluna við Óla Hammer á odda ikki. Á samkomuni umborð á Norrønu stutt fyri yvirtøkuna av skipinum mánadagin takkaði Walter Peters, avtøkustjóri Smyil Line fyri eitt sera gott samstarv. ?Hóast vit sjálvir vóru komnir út í stórar fíggjarligar trupulleikar, so vistu vit, hvønn ómetaliga stóran týdning skipið hevur fyri Føroyar og fyri øll oyggjasamfeløgini í Norðuratlantshavi, sum hava sett pengar í hesa verkætlan. Hann vónaði tí, at tað fór at bera til at fylla skipið og takkaði í sama viðfangi Óla Hammer, stjóra fyri hansara eldhuga og avgerandi leiklut fyri at fáa hetta at rigga. Tað var ikki minst Óla´sa persónur og álitið millum hann og skipasmiðjuna, sum var orsøkin til, at skipið loksins kundi fara undir sigling.
Óli Hammer, stjóri takkaði týsku skipasmiðjuni og fólkunum fyri eitt dygdargott arbeiði og segði, at tað eru mong, sum hava bíðað í spenningi eftir hesum degi. Ikki bara í Føroyum, men eisini í Íslandi og Hetlandi. ?Eisini eg havi bíðað eftir hesum degi og er hesin dagur tann góði endin á meira enn 5 ára arbeiði. Øll vita, at hetta hevur ikki bara verið lætt, har vit hava verið noydd at skifta skipasmiðju, sum so aftur hevur verið rakt av ringu tíðunum. Nú eru vit so komin á mál og vil eg takka øllum, ikki minst arbeiðsfólkinum á Flender skipasmiðjuni fyri eitt vælútint arbeiði. Eri serstakliga fegin um, at tað nettupp varð Walter Peters, sum tók um endan og fekk ábyrgdina av at fáa hetta arbeiðið liðugt.
Óli Hammer takkaði eisini øllum teimum, sum hava verið við til at gera hesa ætlan møguliga, eitt nú teimum, sum fíggjað hana skipið. Eisini Bjarni Djurholm landsstýrimaður í vinnumálum fegnaðist um søguligu hendingina, nú størsta skipið nakrantíð í føroyska flotanum - og størsta einstaka verkætlan nakrantíð - kundi fara undir sigling.
Landsstýrismaðurin vísti á trupulleikarnar, sum hava verið men sum vunnið varð á. Hann helt ferðavinnuna vera eina góða roynd at fjøltátta okkara búskap og við nýggju Norrønu taka vit eitt risafet longur framá at menna okkara flutningsnet. Hann helt tað eisini vera gott at síggja, at útlendingar síggja Føroyar sum eitt áhugavert land at gera íløgur í, nú tað hevur borið til at útvega fremmandan kapital til verkætlanina.
-Hetta er ein stórur dagur hjá Smyril Line og ein krúna á verkið. Óli Hammer og starvsfólkið alt hava gjørt eitt megnar arbeiði at útbyggja eina rutu í Norðuratlantshavi, sum bindur heili fimm lond saman, bæði tá tað snýr seg um fólka- og farmaflutning.
Hetlendingar ernir
Morgan Goodlad, aðalstjóri í hetlendska landsstýrinum og nevndarlimur í Smyril Line sá eisini nýggju Norrønu sum eina nýggja byrjan. Hann duldi ikki fyri, at eisini hetlendingar, sum hava sett 50 mill. kr. í skipið, eru sera ernir at kunna vera við í slíkum projekti, sum heilt givið fer at knýta londini í Norðuratlantshavi meira saman og samtíðis byggja brýr millum hesi oyggjasamfeløg og evropeiska meginlandið. Fyri Hetland letur Norrøna upp dyrnar til ein nýggja heim ella marknað tvs. beinleiðis atgongd til evropeiska meginlandið og hinvegin gevur tað nú ferðafólki úr øllum Europa og aðrstaðni møguleika at ferðast til Hetlands við einum skipi, sum lýkur øll krøv til bæði trygd og hentleikar.
Hann rósti eisini Óla Hammer, stjóra fyri ágrýtni og vissiónir. ?Hetta hevur alt verið hansara hugskot frá byrjan av. Hann hevur í mong ár ført skip, og vit hava ikki gloymt, tá hann kom til Scalloway við Smyrli fyrstu ferð ella tá hann kom á Lervick við Norrønu fyrstu ferð. Hann trúði uppá hetta og gavst ikki á hondum. Í dag síggja vit so úrsliti av hesum áhaldni.
Stórur dagur
Jónas Hallgrimson, nevndarlimur í Smyril Line og ein av undangongumonnunum aftanfyri Norrønu helt fyri, at hetta mundi vera ein hin størsti dagurin í hansara lívi. Hann helt, at hesi 20 árinini, sum eru gingin síðani Smyril Line sá dagsins ljós, hava verið sera góð fyri ferðavinnu og londini í Norðuratlantshavi og fegnaðist hann eisini um, at hetlendingar nú eisini eru partur av hesi felags søk, sum er at skapa betri sambond millum londini í Norðuratlantshavi og so meginlandið. -Hetta eru somu lond, sum víkingarnir í forðum vitjaðu og løgdu upp á sínum mongum ferðum. Jónas slepti ikki tí søguliga sýninum, tá hann nevndi tann týdning hansakeypmennininir úr júst Lübeck høvdu fyri Ísland. -Tað vóru teir, sum lærdu okkum í Íslandi at velja frælsi í handilsvinnuni eisini, so vit hava eisini nógv at takka Lübeck á hesum degi umframt hetta vala skip.