BARNAGARÐUR
Foreldur í Hvalvík og Streymnesi kunnu gleða seg, tí í heyst letur nýggjur barnagarður upp í Hvalvík. Pláss verður fyri 45 børnum í aldrinum 0 til 7 ár. Í hesum døgum verður í bløðunum sókt eftir leiðara, pedagogum og hjálparfólkum til stovnin.
Barnagarðurin, sum eisini fer at hava vøggustovu, verður bygdur nakað framman fyri skúlan. Kommunan hevur ognað sær alt økið heilt til skúlan, og ætlanin er, at økið burturav skal brúkast til annaðhvørt barnagarð og skúla.
Grivið er út fyri barnagarðinum. Tað er Norðsetur, sum hevur fingið uppgávuna at byggja barnagarðin, sum ætlandi skal verða klárur at taka í nýtslu 1. oktober. Hann verður í tveimum hæddum. Tann ovara verður uml. 255 fermetrar. Kjallarin verður nakað minni. Vøggustova og barnagarður verða í erva. Í fyrsta umfari verður bara ovara hæddin gjørd liðug. Hetta arbeiðið er mett at kosta 3 mió. kr. Innrættingin og annað í sambandi við barnagarðin, verður gjørt í samráð við leiðaran, sum verður settur.
Hvalvíkar kommuna hevur dagrøktarskipan og í henni eru 33 børn í løtuni. Hesi fara øll í nýggju vøggustovuna og barnagarðin. Umframt verður roknað við sjey børnum afturat til ta tíð. Sostatt 40 børnum. Hvalvíkar kommuna fer skjótt at taka støðu til, um ein frítíðarskipan fyri skúlabørn í 1. til 3. flokk eisini skal setast á stovn. Um so verður, kemur hendan at halda til í kjallaranum.
Í nógv ár hevur tað verið eitt ynski frá foreldrum í økinum, at barnagarður verður bygdur.
- Endamálið við at byggja ein barnagarð í bygdini er at skapa trivnað. Vit meta, at ein barnagarður er fyrsta fortreyt fyri at gera tað lokkandi at búgva í kommununi. Tískil fara vit eisini undir eina útstykking skjótt, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í kommununi.