Nýggjan skúla fyri 199 milliónir krónur

Í morgin verður nýggi skúlin á Argjum, sum eitur »Skúlin á Argjahamri« tikin í nýtslu. Næmingarnir møta tó í Argja skúla í morgin klokkan níggju at siga gamla skúlanum farvæl, áðrenn farið verður til gongu niðan í nýggja skúlan, har hornorkestur tekur ímóti.

Tá farið varð undir fyrireikingarnar at byggja út Argja skúla í 2003 varð fyrst hugsað um at útbyggja verandi skúla. Árið eftir varð komið so langt, at klárt var at bjóða út fyrsta byggistig.

Tórshavnar kommuna valdi tó at sleppa ætlanini at út- og umbyggja verandi Argja skúla, og farið varð at kanna aðrar hóskandi møguleikar, eitt nú møguleikin at byggja nýggjan skúla á sokallaður Cepa trøðni. At enda varð peikað á eitt øki vestan fyri barnagarðin á Hamrinum sum var 20.000 fermetrar til støddar.

Ein bygginevnd var í 2007 sett at fyrireika arbeiðið at byggja skúlan. Bygginevndin avgjørdi, at byggja víðari upp á tað fyrireikingararbeiðið, sum er gjørt í samband við ætlanirnar at út- og umbyggja skúlan niðri á Argjum.

Ráðgevarafyritøkurnar at standa fyri verkætlanini vóru valdir eftir einari prekvalifikatiónsrundu.

Yvirskipaða hugskotið við bygninginum er »hamarin, fláirnar og løgini«. Løg kann verða tað jarðfrøðiliga, hæddirnar, brúkið ella vitanin. Í miðjuni gongur gjógvin ígjøgnum løgini, sum kann ímynda læring, flokstrin og undirvísingarpartar.

Gjógvin sker seg gjøgnum løgini og avdúkar og eggjar til at nema sær kunnleika í einum fluttari merking.

Gjøgnum gjónna gongur høvuðstrappan, sum eisini er ímyndin av tí stigvísu læringini. Tá ið tú ert komin niðan á, ber eisini til at skoða inn yvir býin og út í heimin. Útsýnið yvir Havnina og norðeftir er ómetaliga stórbært.

Fakta

Skúlin verður tikin í nýtslu í morgin. Samlaði kostnaðurin við øllum er mettur til 199 milliónir krónur.

Ráðgevararnir eru:

MAP arkitektar – tekning og projekteringsleiðslu

LBF ráðgevarar – berandi konstruktiónir og el

MEL/PBC ráðgevarar – hvs, ventilatión og sprinkling

Høvuðsarbeiðstøkuna og projektleiðsluna hevur byggifelagið Articon.

Undirveitarar eru:

Demich – hvs, ventilatión og sprinkling

Install – el

Inntakt – takelementir