Níggju umsóknir eru komnar til skúlastjórastarvið í Sankta Frans Skúla.
Í sambandi við at Selmar Jacobsen, skúlastjóri í Sankta Frans skúla, fer úr starvi fyrst í komandi ári, hevur Mentamálaráðið søkt eftir nýggjum skúlastjóra at byrja 1. februar 2017.
Freistin at søkja starvið var úti tann 20. desember, og hevur Mentamálaráðið fingið 9 umsóknir til starvið, skrivar Skúlablaðið.
Miðað verður móti at avgreiða setanina skjótast til ber soleiðis, at nýggi skúlastjórin kann byrja 1. februar 2017.