Nýggjur og framkomin Scania lastbilur

Tað er ikki á hvørjum degi at nýggir lastbilar koma á marknaðin, men stutt fyri páskir komu Scania við eini nýggjari R-seriu. Hóast bilurin er ein eyðkendur Scania at síggja til, er talan um ein heilt nýggjan lastbil

Lastbilar og bussar eru so framkomnir nú á døgum, at verksmiðjurnar alla tíðina mugu menna nýggja tøkni og vera fyrst við tí nýggjasta, um teir skulu vera við í hørðu kappingini um kundarnar.

Nýggi Scania R avloysir 4-seriuna, sum hevur verið á marknaðinum síðan 1996. At síggja til eru ikki tær stóru broytingarnar, men talan er um ein framkomnan bil við nógvum tekniskum og tøkniligum loysnum.

Trý ymisk førarahús í trimum ymiskum hæddum eru at velja ímillum, men felags fyri tey øll er, at tey hava tvær koyggjur aftan fyri setrini.

Instrumentborðið er nú enn meira egonomiskt rætt, soleiðis at kontaktir og handtøk sita sera væl fyri hjá bilføraranum. Eisini setrini eru munandi betri enn hjá forgangaranum. Um bilførarin t.d. tekur startlykilin úr uttan at aktivera hondbremsuna, sigur eitt ávarðingarljóð frá.

Scania R hevur nýggjastu og mest framkomnu bremsuskipanina EBS (Elektronic Brake Systems). Anars hevur hann eisini EBS, sum altíð gevur sama bremsuvirkning við sama pedaltrýst, líkamikið hvussu bilurin er lastaður. Umframt hevur hann eisini ESP (Elektronisk Stabiliserings Program), sum kann vera við til at halda bilinum á rættari kós, um hann t.d. glíður út í einum svingi.

Motorarnir eru teir somu við undantak av eini Euro-4 útgávu av 12 liturs motorinum við 420 hk og einum 16 liturs V8 við 500 hk. Motorarnir lúka tey strangastu umhvørviskrøvini.