Nýggjur sølustjóri

Nýggi sølu- og marknaðarstjórin í Smyril Line er 30 ára gamal og útbúgvin cand. merc. í altjóða marknaðarførslu og leiðlsu

Smyril Line hevur sett 30 ára gamla Hendrik Egholm av Glyvrum í starvið sum sølu- og marknaðarstjóri hjá felagnum.
Hendrik Egholm er útbúgvin cand. merc. í altjóða marknaðarførslu og leiðslu á handilsháskúlanum í Keypmannahavn.
Hann kemur úr einum leiðandi starvi á sólorkudeildini hjá altjóða fyritøkuni, VELUX, sum m.a. er kend fyri at framleiða vindeygu og útgerð til sólorku. Frammanundan arbeiddi hann við strategiskari marknaðarførslu og sølu, hjá ráðgevandi lýsingafyritøkuni, INTEGRAL, í Keypmannahavn. Har starvaðist hann við verkætlanum í Danmark, Evropa og Asia, sum eitt nú fevndu um hvítvørur, HI-FI-vørur, brúkslutir og matvørur. Harumframt hevur nýggi sølu- og marknaðarstjórin hjá Smyril Line eisini arbeitt við strategiskari sølu hjá ráðgevandi grannskoðarafelagnum, Deloitte, í Keypmannahavn.
Hendrik Egholm er giftur við Anniku á Steig Egholm úr Hoyvík, og tey eiga eitt barn.