Eftir eina lutfalsliga væleydnaða HM undankapping til Frakland í 1998 ? við tveimum sigrum á Slovenia og óvæntaða 3-0 sigurin á Danmark ? vóru fótbóltsáhugað í Bosnia og Hersegovina rættiliga bjartskygd viðvíkjandi møguleikunum hjá teirra liði fyri at røkka einum plássi í Euro 2000. Men úrslitini í tveimum teimum fyrstu heimadystunum ? ein strævin 1-0 sigur á Føroyum og eitt vónbrot av einum 1-1 javnleiki móti Estlandi ? vístu, at tað neyvan fór at ganga sum vónirnar høvdu ætlað. Til síðst førdu ósigrarnir móti Kekkia (1-3 í Sarajevo) og Litava (2-4) umframt eyðmýkjandi 1-2 tapið móti Malta til, at samarbeiðið við venjaran Dzemaludin Musovic varð sagt upp eftir bert seks mánaðir í starvinum.
Við nýggja venjaranum Faruk Hadzibegic, er Bosnia-Hersegovina til reiðar at byrja kappingina um 2. plássið í bólkinum heilt av nýggjum. Byrjanin hjá Hadzigebic var lovandi ? 1-1 í einum vinardysti móti Ungarn í Budapest. Spælararnir vóru nøkulunda teir somu sum frammanundan, men stóra broytingin var, at hann brúkti ein nýggjan, meira offensivan spælistíl (4-3-3), og av enn størri týdningi er, at 41 ára gamli venjarin hevur megnað at skapa eina góða atmosferu í hópinum. Leysatíðindini um, at spælararnir høvdu ætlanir um eitt boykott móti undanmanni hansara hava gjørt hetta sera týdningarmikið fyri uppgávurnar, ið liggja fyri framman.
Hinvegin eru fólk í Bosnia og Hersegovina ikki sannførd um, at nakað fer at broytast til tað betra, bert tí venjarin er nýggjur.
? Lat okkum vera realistisk. Spælaratilfarið hjá okkum er rættiliga avmarkað. Um vit noyðast at seta okkara álit á ein 32 ára gamlan áleypara, sum nóg illa spældi ein einasta dyst fyri liðið hjá sær í farnu kappingini, er tað greitt, at liðið framvegis er langt burtur frá stórum úrslitum, sigur ein »insidari« í Sarajevo (sipað verður til Meho Kodro hjá Tenerife, blðm.).
Og tað er rætt, at um vit hyggja at liðnum, sum byrjaði dystin móti Føroyum í august í fjør, so eru ikki nógvar broytingar framdar til liðið, sum skal spæla á Toftum í dag. Tveir rættiliga týðandi spælarar eru ikki við hesaferð: Elvir Baljic úr Fenerbahce, sum skeyt einasta málið í dystinum í Sarajevo, og Sergez Barbarez frá Borussia Dortmund. Teir vóru báðir leikbannaðir til dystin móti Litava seinasta leygardag. Tá venjarin Hadzibegic bleiv spurdur, hví hann ikki tók teir við í hópin kortini, so teir kundu vera við móti Føroyum, svaraði venjarin:
? Eg helt ikki, at tað var neyðugt at taka teir við bert til seinna dystin. Um vit vinna á Litava, spælir sama liðið eisini móti Føroyum.
Ein slík grundgeving kundi næstan tulkast sum um, at »um vit ikki vinna leygardagin, hvør leggur so í, hvør spælir mikudagin?« Hetta tí ein ósigur, ella ein javnleikur, móti Litava hevði merkt, at seinasta vónin hjá Bosnia-Hersegovina um at sleppa víðari hevði brostið.
Men nú ? eftir eitt gott avrik og uppibornan 2-0 sigur á Litava ? koma bosnisku spælararnir til Føroya við nýggjum sjálvsáliti og uttan iva sera tendraðir.
Um vit hyggja nærri at bosniska liðnum, sum vann frammanfyri 8.000 áskoðarum í Sarajevo leygarkvøldið, mugu vit taka fram tríggjar spælarar, sum ikki vóru við í fyrra dystinum móti Føroyum og sum allir vísti eitt sera gott avrik. Senad Repuh, sum spælir á offensiva miðvøllinum, fyri tað mesta úti í høgra borði, tann royndi Bakir Besirevic, sum hevði ein lyklaleiklut á defensiva miðvøllinum, og áleyparin Marko Topic. Men ætlanin hjá Hadzibegic um at byrja við teimum somu ellivu móti Føroyum í dag kann ikki førast út í verki, tí Hasan Salihamidzic fekk reyða kortið í 69. minutti fyri eina takkling aftanífrá og er tí leikbannaður.
Men tað fer so avgjørt ikki at broyta teirra ætlanir um at vinna í dag.