Tað gongur strúkandi við Norðoyastevnuteitinum hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum hevur verið á palli síðani hósdagin í farnu viku.
Sera nógv fólk hava verið til sýninginar, og alla hesa vikuna hevur verið útselt. Hetta ger, at sýningarnar halda fram komandi dagarnar.
Norðoyastevnuteitið er afturvendandi skemt, har millum annað lokalir persónar fáa okkurt skotið. Í ár eru hesi skot eftir øllum at døma beinrakin, tí nógv fólk vilja sleppa til sýningarnar.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag stendur fyri Norðoyastevnuteitinum, sum verður sýnt í mentanarhúsinum Atlantis.