Nógv færri deyð av korona í Norðurlondum

Seinsta samdøgrið eru »bara« 10 fólk deyð tilsamans í Norðurlondum.

Tilsamans 3017 fólk í Norðurlondum eru deyð av oronavirus. Svøríki er nógv harðast rakt av Norðurlondum.

Tað merkir, at 10 fólk fleiri eru deyð í Norðurlondum síðani gjáranáttina.

Við góðum 27 milliónum fólkum í Svøríki, Danmark, Finnlandi, Noreg, Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Álandi, svarar tað til 11,1 deyð fólk fyri hvørji 100.000.

Í Føroyum, Grønlandi og Álandi er eingin deyður av Covid-19.

Her eru samanløgdu tølini fram til á midnátt seinastu nátti. Talið í klombrum er deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

* Svøríki: 2194 deyð (21,4). 2 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Danmark: 422 deyð (7,3). 4 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Noreg: 201 deyð (3,7). Eingin deyður seinastu 24 tímarnar.

* Finland: 190 deyð (3,4). 4 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Ísland: 10 deyð (2,7). Eingin deyður seinastu 24 tímarnar.

Kelda: Johns Hopkins University, Styrelsen for Patientsikkerhed, Landslæknaembæti í Føroyum og Grønlandi.

/ritzau/