Nógv vilja tosa við prest

– Tey, sum ringja til prest ynskja at fáa ta andaligu dimensjónina við. Summi vilja hava eina bøn, og summi vilja hava eitt prát ella vegleiðing. Eg havi havt nógvar pastoralar uppgávur alla ta tíðina, eg havi virkað sum prestur, men nú er tað eitt eyka lag av ótta, iva og stúrni millum fólk, tí hetta er ein heilsukreppa, har øll eru í vanda, sigur Marjun Lómaklett, prestur, sum hugleiðir um hesa tíðina føroyska samfelagið av álvara hevur sett ferðina niður sum fyribyrging fyri, at heilsuverkið verður ovbyrðað av koronasmittuni

– Hetta er ein heilt, heilt serstøk og serlig tíð á allan hátt. Landið er í undantaksstøðu, og vit eru øll í einum nýggjum og ókendum gerandisdegi. Mong gerast óttafull og stúrin, tí ókenda støðan skapar órógv. Tað liggur til menniskjuna, sigur hon.

Marjun Lómaklett hevur merkt, at stúranin hjá er vaksin fólki serliga nógv, eftir at koronasmittan kom til Føroya.

– Í fjølmiðlunum hava vit í longri tíð hoyrt um, at koronasmittan hevur herjað í fleiri av heimsins londum, men harfrá og so til at hon rakar títt egna land, og man knappliga stendur andlit til andlits við hesa heilsukreppuna, ja tá kemur tað undir húðina. Hetta krevur at vit øll taka ábyrgd - landsins myndugleikar og hin einstaki, sigur hon.

– Sum prestur havi eg upplivað, at fólk hava verið óttafull. Øll hugsa um síni eldru og tey, sum eru í vandabólki, og tí má man leggja seg eftir fyritreytunum fyri at verja tey, leggur hon aftrat.

 

Les longri grein við Marjuni Lómaklett, presti í Sosialinum, ið er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her