Nógvur vindur í kvøld

Hann boðar frá vindi upp í 18 m/s í kvøld og í nátt

Komandi dagarnar verður veðrið merkt av einum sterkum streymi av norðri og vestri vil ælaveðri, sum stundum kann vera við vátaslettingi. Mikudagin fer ein hátrýstsryggur fram við av vestri og gevur støðugari veður eitt skifti. Sinni fer eitt brúgvalag við regni fram við av útsynningi og vestri og seinni vetraræl av útsynningi.

 

Í dag

Fyrrapartin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, sum seinni hækkar í ein norðan. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður, seinnapartin ælaveður, lutvíst við vátaslettingi. Í kvøld verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, í nátt eitt skifti upp í skrið, 18 m/s. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum makar niður í andøvsgul upp í ein strúk av norðri, seinni útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum 1 og 5 stig.

 

Mánadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar niður í gul til stívt andøvsgul av vestri, 6 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl, um kvøldið skýggjað. Hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á og hitin millum 4 og 7 stig.

 

Týsdagin

Strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útnyrðingi, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Um náttina makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og okkurt æl, um náttina skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 1 og 5 stig.

 

Mikudagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum eitt skifti makar niður í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Seinni øtlar hann í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og um náttina okkurt æl. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

 

Hósdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av og á, um kvøldið og náttina samdrigið og regn- ella vátaslettingsæl. Hitin um dagin millum 6 og 9 stig, um náttina niður í frostmarkið.