Eitt lágtrýst eystan fyri Føroyar fer spakuliga í ein sunnan og viknar. Køld luft streymar inn yvir okkum av norðri og seinni eystri. Týsdagin mennist væntandi eitt veikt hátrýst yvir suðurnoregi, meðan eitt lágtrýst vestan fyri Skotland fer spakuliga í ein útnyrðing vestan. Hósdagin fer lágtrýstið væntandi í ein sunnan og viknar.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein norðan og landnyrðing. Mest skýggjað og regn ella ælaveður og hitin millum 2 og 6 stig. Í nátt øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Framvegis skýggjað og okkurt æl, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Í morgin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi og eystri, 8 til 13 m/s, sum um náttina øtlar í gul til stívt andøvsgul, 10 til 15 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl, lutvíst sum vátaslettingur ella kavi, og hitin millum 1 og 5 stig.
Týsdagin og mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s, eitt skifti møgulig strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 20 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 5 stig.
Skírisdag og langa fríggjadag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av eystri, 8 til 13 m/s, sum spakuliga makar í lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Stundum sólglottar og okkurt æl, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 5 stig, um náttina frost í støðum.