Nú hevur hann havt sín fyrsta arbeiðsdag

Hann skal gera tillagingar á stovninum og styrkja álitið á hann

Í dag, 1. oktober, tók Sigurd L. Lamhauge við sum stjóri á Landsverki.

Tað var í juli mánað, at táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Heðin Mortensen, setti Sigurd L. Lamhauge sum stjóra á Landsverki, og í dag tók hann formliga við stjórastarvinum.

Sigurd L. Lamhauge avloysir Árant Andriasson, ið hevur verið stjóri síðani 7. januar, eftir at Ewald Kjølbro var farin frá 19. desember í fjør.
Tað vóru 19 umsøkjarar til starvið, og Sigurd L. Lamhauge var ein av trimum umsøkjarum, sum ein samd setanarnevnd stillaði inn til landsstýrismannin.
Nýggi landsverksstjórin er verkfrøðingur og Master of Science í management. Hann hevur áður arbeitt eitt skifti á Landsverki og hevur annars verið verkætlanarleiðari á fleiri verkætlanum, bæði í stórum føroyskum og útlendskum fyritøkum.

Nýggi stjórin hevur tann bundna setning, at hann skal stjórna stovninum, samstundis sum hann skal gera neyðugar tillagingar og broyta stovnin til nútíðina.

Eisini skal hann tryggja og styrkja álitið á stovnin bæði innanhýsis, ímillum manna og mótvegis til politisku skipanini.
Somuleiðis skal hann taka støðu til, hvørjar uppgávur stovnurin skal loysa, og hvussu tær best kunnu loysast.

Hann hevur áður sagt, at hann fer at seta sær tað mál, at Landsverk skal verða eitt arbeiðspláss, sum starvsfólk skulu vera errin av at arbeiða hjá. Les meiri um tað HER