Fagnaðurin er stórur millum viðhaldsfólkini, eftir at EB/Streymur við 3-1 sigri á Skála hevur tryggjað sær fyrsta FM heitið nakrantíð.
At talan hevur verið um framúr kappingarár hjá teimum í Sundalagnum verður undirstrikað av, at EB/Streymur fyrr í summar eisini hevur vunnið gull í steypakappingini.
FM steypið og gullkrónurnar fáa teir í EB/Streymi handað leygardagin. Í kvøld verður opið hús við Margáir í Streymnesi.
-Hetta er undirstriking av, at vit hava verið besta liðið i ár. Steypakappingin varð avgjørd eftir fyrru hálvu og landskappingin nú, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi.
Saman við Skála flytir B71 niður í næstbestu deildina. Tað gjørdist greitt, tá ið sandoyingar seinnapartin taptu 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi.
At Víkingur vann, meðan B68 tapti á heimavølli ímóti ÍF ber við sær, at Víkingur hevur tryggjað sær 5. plássið.
NSÍ hevur møguleika fyri 3. plássi, og KÍ hórar undan í bestu deildini.
KÍ-NSÍ 0-1 (0-1)
0-1: sjálvmál
B68-ÍF 0-1 (0-0)
0-1: Andy Olsen
Skála-EB/Streymur 1-3 (0-0)
0-1: Arnbjørn Hansen
1-1: Oby
1-2: Arnbjørn Hansen
1-3: Arnbjørn Hansen
HB-B36 3-0 (1-0)
1-0: Andrew av Fløtum
2-0: Fróði Benjaminsen
3-0: Fróði Benjaminsen
Reytt kort: Jákup á Borg, B36
B71-Víkingur 0-1 (0-1)
0-1: Sam Jacobsen
Støðan eftir 26 umfør
EB/Streymur 54
HB 48
B36 45
NSÍ 44
Víkingur 41
B68 36
ÍF 30
KÍ 27
B71 22
Skála 19
25. oktober
ÍF-B71
Víkingur-KÍ
NSÍ-Skála
EB/Streymur-HB
B36-B68