? Nú má tað vera slutt við donskum lógum í Føroyum.
Soleiðis tók Jørgen Niclasen, løgtingsmaður til á tingsins røðarapalli hósdagin.
Hann er formaður í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum. Samstundis arbeiðir landsstýrið við at gera eina nýggja forsorgarlóg. Og gongst sum ætlað, verður tað Jørgen Niclasen, ið sum formaður í trivnaðarnevndini, skal standa á odda fyri tingsins viðgerð av hesum ógvuliga umfatandi og fløktum lógarsmíðinum.
Jørgen Niclasen vísir á, at tá ið lógir verða gjørdar í Føroyum, ikki minst á almannaøkinum, er tað heldur reglan enn undantakið, at ein tilsvarandi donsk lóg at kalla óbroytt verður týtt til føroyskt og sett í gildi her.
Tí er grund at stúra fyri, at nettupp ein ógvuliga umfatandi og víttfevnandi forsorgarlógin verður av sama slagi, har ein tilsvarandi donsk lóg verður sett at galda í Føroyum.
? Men nú má tað verða slutt við at kopiera danskar lógir og seta tær ókritiskt í gildi í Føroyum, sigur løgtingsmaðurin.
Hann vísir á, at Danmark er 100 ferðir størri enn Føroyar og fyrisitingin er tilsvarandi stór. Og sostatt er tað mangan, at danskar lógir ikki hóska til eina lítla fyrisiting í okkara lítlu Føroyum, segði Jørgen Niclasen.
Men avleiðingin av tí vanligalógarsmíðinum í Føroyum, har danskar lógir verða týddar til føroyskt, er, at lógir verða settar í gildi í Føroyum, sum eru alt ov tungar og óliðiligar at umsita.
Eftir tørvi og ikki eftir kravi
Jørgen Niclasen heldur, at tað er strembandin eftir at "millimetur-rættvísinum", sum ger, at lógirnar verða so tungar og fløktar.
? Men millimetur-rættvísi er ómetaliga dýrt. Og eg ivist í, hvussu rættvíst tað er, tá ið samanum kemur, tí hóast roynt verður at gera lógirnar so nágreiniligar sum gjørligt, eru tað summi, sum detta niðurímillum kortini og ikki fáa ta hjálp, tey áttu at fingið.
Hann vísir á, at okkara samfelagið er ikki bara 100 minni enn Danmark í fólkatali.
Somuleiðis eru liviumstøðurnar og umsorganin fyri hvørjum øðrum nógv øðrvísi í Føroyum enn í Danmark.
? Føroyar eru eitt lítið samfelag, sum er ógvuliga gjøgnumskygd. Vit kenna øll hvønn annan, í hvussu so er úti um landið. Tí hava vit nógv størri møguleika at veita, eftir hvat er rímiligt, heldur enn hvat er "paragrafryttarí", sum tað er nú.
-? Tað eru fólk, sum fáa almannaveitingar, sum ikki áttu at fingið tær. Og tað eru fólk, sum áttu at fingið veitingar, men sum ikki fáa tær.
? Eitt nú er tað munur á, hvussu forsorgarlógin viðgerð hjún og, hvussu hon viðgerð pør íð liva saman ógift og tað er heilt burturvið.
? Vit hava gjørt eitt tungt lógarverk, har grundstøðið er, hvat fólk hava krav uppá, heldur enn, hvat tey hava tørv á.
? Skal nakar broyta tann hugburðin, má tað vera lóggevarin, altso løgtingið.
Eitt nú vísir hann á, at eftir forgarlógini verður ávís hjálp latintil heilt ávís endamál, vaskimaskinu, køliskáp o.s.fr. uttan at hyggja eftir um mótakarin hevur brúk fyri tí, ella hevur brúk fyri onkrum øðrum, ella hevur brúk fyri meiri enn tað.
Og hann sigur, at vegurin burturúr hesum, er eitt einfaldari lógarverk.
? Eg fari í hvussu so er at gera mítt til at vit fáa eitt einfaldari lógarverk, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at hettaer galdandi fyri so nógvar lógir. Men forsorgarlógin er er ein ómetaliga stór lóg, so hann heldur, at tað er ógvuliga hósakndi at byrja við henni.
Politikarar uppí beinanvegin
Í sambandi við at nýggj forsorgarlóg nú skal gerast, hevur hann tí heitt á landsstýrismannin í almannamálum, Hans Paula Strøm um at skipa fyri einum evnisdegi fyri løgtinginum, har teir ymsu flokkarnir kundu siga sína hugsan um lógina og har landsstýrið sostatt kundi fáa eina ábending um, hvat tann politiski viljin er á økinum.
? Eg haldi, at tað hevur týdning, at lóggevarin, altso løgtingið, verður við í arbeiðnum, ímeðan lógarsmíði fer fram, ístaðin fyri at fáa eitt liðugt lógaruppskot á borðið, tí tá er lóggevarin fyri ein stóran part settir út av spælinum, uttan so, at hann tveir landsstýrinum alt lógaruppskotið aftur í høvdið.
Hann sigur, at landsstýrismaðurin gav tilsøgn um at halda ein slíkan evnisdag.