Næmingar í Glasi í kuldaverkfalli

Hitaskipanin er ikki liðug, og kann tí ikki virka, sum hon skal, sigur rektarin.

Aftur í dag eru trupulleikar við hitaskipanini úti á Glasi. Fyri jól onkur dagur, tá undirvísingin bleiv avlýst, tí tað var ov kalt, og aftur í dag eru trupulleikar.

 

Næmingar hava tikið gomlu trappustreykuna í brúk aftur fyri at gera vart við sína ónøgd.

 

Bogi Bech Jensen, rektari, sigur, at orsøkin til trupulleikan er, at hitaskipanin ikki er liðug.

- Hon er snøgt sagt ikki gjørd liðug, og tí kann hon ikki rigga sum hon skal. Hon megnar ikki í løtuni at tillaga seg broytingarnar í føroyska veðrinum, og tá tað so er so kalt sum nú, verður tað tíverri alt ov kalt inni, sigur Bogi Bech Jensen.

 

Næmingar á Glasi siga, at nú er so kalt, at fólk nú fara í skúla í ullintum undirklæðum.

 

Avleiðingin er, at í summum hølum er alt ov kalt at vera inni.

- Vit hava fingið ein mann út at hyggja upp á skipanina, og nú byrjar so spakuliga at orna aftur. Ímeðan hava vit bjóða næmingunum kaka og nú sita nøkur og spæla tónleik og royna at betra um lagið, sigur hann.