Nær taka vit okkum saman ?

Vit føroyingar hava bjóðað okkum fram at skráseta fremmand skip undir okkara flaggi. Fyri ári síðani skrivaði eg um støðuna hjá Føroyum á listanum (svartalista) hjá 27 europeiskum londum, sonevnda Paris MoU. Hetta er eitt yvirlit yvir hvussu ávís lond klára seg klára seg við Port State Control. Tøl yvir 1 siga at tú ert á svartalista, tøl ímillum 0 og 1 siga, at tú ert á gráa lista. Er talið undir 0, er landið hvítlista.

Niðanfyri er ein dagførdur listi.

Ár19992000200120022003200420052006200720082009Føroyar0.961,160,760,530,590,590,580,430,250,280,22Litava0,971,140,820,570,500,220,320,080,300,00-0,67Rusland1,651,371,040,670,380,320,180,22-0,17-0,44-0,60Kina0,02-0,18-0,55-0,61-0,67-1,00-1,23-1,60-1,75-1,67-1,83Isle of Man
0,14
-0,46
-0,68
-1,30
-1,38
-1,55
-1,56
-1,47
-1,51
-1.46
-1,60Marchall Islands
-0,71
-0,42
-0,18
-0,20
-0,46
-0,88
-1,21
-1,52
-1,42
-1,34
-1,28Danmark-0,89-0,80-1,08-0,75-0,75-0,95-1,31-1,44-1,49-1,59-1,80Noregi-1,01-0,90-0,90-0,82-0,87-1,04-1,37-1,43-1,35-1,24-1,27
Vanliga samanbera vit okkum við Danmark ella Noregi. Danmark er nú nummar trý á listanum. Í fjør skrivaði eg, at vit minna mest um ein fyrrverandi sovjetstat. Men hetta kann ikki sigast longur. Litava hevur latið seg í sjeymílastyvlarnar.
Hyggið hvussu langt Litava, Rusland og Kina eru komin upp á hvíta lista. Kina er nú millum heimsins bestu fløgg, nummar tvey á listanum.
Isle of Man og Marshall Islands eru lond, vit skulu kappast við, um vit ætla at fáa skip undir føroyskt flagg. Tey eru ímillum heimsins bestu fløgg í skipaskrásetingarhøpi.
Er eingin seriøsur áhugi fyri at broyta upp á hesa støðu? Havi hoyrt í fjølmiðlunum, at nú skal okkurt gerast. Hyggja vit eftir tølunum frá 1999, so fara at ganga 25 ár til vit liggja, har Isle of Man liggur nú. Brúka vit miðaltalið fyri tey londini, ið hava forbetrað seg skjótast, fara at ganga 10 ár. Hvat sigur føroyska ætlanin? Nær skora vit -1,60?
Jan Højgaard, Fiskimannafelagsformaður varð hartaður í fjørmiðlunum fyri at siga, at føroyska flaggið er eitt hentleikaflag. Men hevur hann órætt?
Við tí vitan, eg havi um føroyskar sjómenn, skal eg frítaka teir fyri ábyrgd fyri støðuna, sum hon er. Fyri teimum kunnu vit liggja nummar eitt á hvítalista. So hon kann bara liggja í tveimum øðrum støðum. Og tað er bara tað eina, ið hevur avgerðarmyndugleikan.