Nærkast framtíðini

Gásadalur nærkast alt meira framtíðini. Hósdagin varð fyrsta skotið í samband við tunnilsgerðina latið av

 

Tunnilsgerð

Áardalur: Fyrsta skotið í samband við Gásadalstunnilin varð latið av hósdagin.

Høgættin liggur tráð oman úr dalinum, og tey nógvu fólkini, sum komin eru saman til at uppliva, tá onnur tunnilsgerðin í Vágum ferð í gongd í sama ári, troka seg saman aftan fyri eina stóra gravimaskinu og tveir arbeiðsskúrar, sum standa har uppi, meðan fløggini veittra so lystiliga báðu megin benið, sum um eina løtu fer at eita tunnilsmunnin Bíggjarmegin.

Bilarøðin niðan eftir vegnum veksur, og ein bussur kemur koyrandi niðan móti skúrunum. Hann setir fólk av og verður so settur millum bilarnar, meðan alt fólkið savnast um ein mann, sum er farin upp á eina grund at standa.

Tað er landsverkfrøðingurin, sum greiðir frá tí, sum fer at henda her í dag.

Oyvindur Brimnes boðar frá, at um eina løtu fer Hervør Hergudóttir úr Bø at skjóta fyrsta skotið og seta tunnilsarbeiðið í gongd. Og um nøkunlunda júst eitt ár ella so, fer Solberg Henriksen úr Gásadali at skjóta seinasta skotið, tá tunnilin kemur út aftur í Gásadali.

Tá landsverkfrøðingurin var liðugur, fór landsstýrismaðurin við vinnumálum, Bjarni Djurholm, upp á betongkantin.

Hann ynskti gásadalsfólki tillukku við komandi tunnlinum og helt fyri, at nú var Gásadalur ikki 1.400 metrar frá framtíðini meira. Nú fór framtíðin skjótt at standa í túninum í Gásadali.

Síðan varð fólkið biðið um at flyta seg longur oman í dalin aftur, so trygdarfjarstøðan frá skotinum, sum fór at verða latið av, var í lagi.

Fólk eru líðin, og øll gongan stoytti so aftur undan vindinum, meðan fyrrverandi bygdarráðsformaðurin í Bø trýsti á knøttin og gjørdi nógvan royk í Áardali uttan fyri Bø.

?Her er roykur og eingin grind, citeraði hon Jákup á Møn.

Tað kundi hon saktans siga, hóast tað bara var partvís sannheit, tí dagin fyri hevði rættiliga fitt av grind verið í Bø. Tá løgdu 185 hvalir beinini á Bíggjarsandi eftir einum hálvum tíma.

Eftir at skotið var, varð farið niðan í skúrarnar, har borðreitt var við onkrum góðum, sum Hotel Vágar hevði gjørt til.