Fiskimálaráðið lýsir nú eftir umsóknum til menningarkvoturnar fyri 2018. Talan er um umleið 58.000 tons, ið til ber at søkja.
Til ber hjá áhugaðum at søkja um 41.912 tons av svartkjafti, 8.749 tons av makreli og 7.510 tons av norðhavssild.
Fiskimálaráðið upplýsir, at ein menningarkvota kann latast fyri eitt, tvey, trý ella fýra ár og at av samlaðu nøgdini fyri hvørt fiskaslag skal í minsta lagi ein fjórðingur av tonsunum latast fyri eitt ár.
Viðvíkjandi hvør kann søkja nýggju kvoturnar, verður víst til nýggju fiskivinnulóggávuna.
- Menningarkvoturnar kunnu eftir umsókn játtast til persónar og feløg, ið lúka treytirnar um ognarviðurskifti og at vera heimahoyrandi í Føroyum, sambært nýggju lógini um fyrisiting av sjófeingi. Sí § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi frá 18. desember 2018, skrivar Fiskimálaráðið.
Harumframt setir Fiskimálaráðið fimm krøv til umsóknirnar.
1. Umsóknin skal nágreiniliga lýsa eina menningarætlan.
2. Í hvørjum øki ella økjum í landinum verður menningarætlanin framd.
3. Nøgd av fiskaslagi ella fiskasløgum søkt verður um, eins og áramál.
4. Hvussu kann menningarætlanin skapa virðisøking, virksemi, arbeiðspláss, førleikamenning og inntøkur í ávísa økinum ella økjunum, sum ætlanin fevnir um.
5. Virkis- og fíggjarætlan. Harundir hvussu kvotan er ætlað at verða nýtt og virðisøkt frá veiðu til hagreiðing, virking, sølu, marknað.
Freistin at søkja er mánadagin 28. mai á middegi.