42 ára gamli føroyingurin, sum er ákærdur fyri viðvirkan til neyðtøku av einum fýra ára gomlum dreingi, skal møta í rættinum 17. mai, upplýsir Nordsjælland Politi fyri Miðlahúsinum.
Ákæruritið móti manninum telur tilsamans 40 punkt. 39 av punktunum lýsa, hvat mamman, eftir ráðum frá manninum, hevur gjørt við sonin. Seinasta ákæran er um at mamman hevur tikið fleiri barnapornografiskar myndir av dreinginum, tí at maðurin bað hana senda sær tey.
Ákæruritið vísir, at ágangurin hjá mammuni móti soninum byrjaði 8. juni og helt á líka til 10. septembur. Fleiri ferðir um vikuna, onkuntíð fleiri ferðir um dagin, bleiv fýra ára gamli drongurin misbrúktur av mammu síni.
- Varðhaldsfongslaði maðurin er ákærdur í rættinum í Lyngby við kravi um fongsulsrevsing fyri at gera sítt til seksuellan ágang móti einum fýra ára gomlum dreingi, við tað at hann beinleiðis ella óbeinleiðis hevur eggjað, ráðgivið ella vegleitt og við felags semju gjørdari frammanundan hevur gjørt sítt til niðanfyristandandi ákærur, byrjar ákæruvaldið ákæruritið og nevnir síðani tær 40 ákærurnar.
Allar hendingarnar eru farnar fram í heiminum hjá kvinnuni uttan ein, sum er farin fram uttandura onkustaðni nærindis Keypmannahavn.
Tað var sosiali miðilin LinkedIn, sum varnaðist myndirnar, sum kvinnan sendi 42 ára gamla føroyinginum, og meldaði málið til løgregluna.
Føroyingurin bleiv handtikin mitt í oktobur mánaði, á veg í land av føroyaflúgvaranum og hevur sitið í varðhaldi síðani. Hann noktar seg sekan í ákærunum.
Kvinnan bleiv næstan fýra ára fongsulsrevsing fyri sín kynsliga ágang móti soninum.
www.in.fo/news-detail/skal-i-fongsul-i-naestan-fyra-ar-fyri-kynsligan-agang-imoti-soninum/