Nú skal B68 hava stig

Toftamenn eru undir trýsti undan granna­uppgerðini í kvøld. Teir hava framvegis einki stig í skjáttuni

Fótbóltsvøllurin við Løkin í Runavík er karmur um grannauppgerð í kvøld. Bill M. Jacobsen og B68 eru undir trýsti. Toftamenn hava fram­vegis einki stig fingið eftir tveir landskappingardystir. Teir hava tapt fyri ÍF á heimavølli og KÍ á útivølli. Nú er møguleikin at fáa uppreisn eftir tapið fyri klaks­víkingum um vikuskiftið.
Bill M. Jacobsen hevur allar mans tøkar. Hópurin verður tann sami sum seinast, umframt at Dion Splidt, sum kom úr AB í vetur, verð­ur við. Hann hevur ikki verið við fyrstu dystirnar.
Klæmint A. Olsen er fram­vegis leikbannaður hjá NSÍ. Hann var útvístur í fyrsta lands­kapp­ingar­dystinum, tá HB vitjaði í Runavík. Hann fekk leikbann í tveir dagar, og noyðist at sita uttan fyri í kvøld afturat, áðrenn hann kann fara aftur í gulu troyggjuna hjá NSÍ.
Dysturin byrjar klokkan 18.00.